"Damarks drenge" verða teir javnan róptir í Danmark og hesir dreingirnir, sum eru menn, eru seinastu tríggjar vikurnir vorðnir uppaftur meira umtøktir enn áður. Danska manslandsliðið verður eisini nevnt Danish Dynamite, og í hesari EM-undankappingini hevur liðið livað upp til hetta navnið. Eftir sigurin á Kekkia í fjórðingsfinaluni í Baku í dag, hevur liðið hjá Kasper Hjulmand skorað ellivu ferðir, og sjey ymiskir málskjúttar hava verið.
Í 5. minutti legði Danmark seg á odda. Jens Stryger-Larsen, ið eins og hinir tíggju á danska liðnum hevði fingið endurval, legði horna inn úr høgru, og beint frammanfyri brotssparksblettin stútaði ein púra fríur Thomas Delaney bóltin væl í málhornið. 29-ára gamli miðvallarin av Frederiksberg leikti sín besta dyst í endaspælinum, og talan var um eina sera góða byrjan hjá teimum í dag hvítkløddu.
Danir høvdu eisini av álvara yvirtakið næstu løtuna, men so smátt tóku kekkar, ið funnu fleiri tóm øki á donsku hálvuna og lupu á við nógvum, yvir. Kasper Schmeichel hevði eina góða bjarging, og kropsliga sterku kekkarnir høvdu nógvar deyðbóltar. Stutt fyri hálvleik var tað tó Danmark, ið fekk mál. Talan var um eitt sera gott mál, ið byrjaði við at vinstri miðverjin Jannik Vestergaard rak við bóltinum og við góðari sending fann Joakim Mæhle, ið rann afturum Coufal á høgra bakki. Vinstri vongbakkurin, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot seinastu vikurnar, sendi bóltin frágerða væl innfyri og við aftaru stong setti ein fríur Kasper Dolberg fótin á, og so fór bólturin upp í málhornið. Eitt ógvuliga vakurt mál.
Kekkar komu út til seinna hálvleik sum eitt óløgi - við tveimum nýggjum monnum - og skaptu fleir vandamiklar støður. Schmeichel hevði eina stórbjarging, og Simon Kjær og hinir í verjuketuni høvdu nógv at rudda burtur. 2-1 málið kom eisini tíðliga eftir stegðin - í bestu løtuni hjá Kekkia. Eftir innlegg frá Coufal fekk Patrick Schick fótin á, og hann umvegis beinini á Christensen framvið Schmeichel. Schick er nú javnsettur málskjútti í endaspælinum. 25-ára gamli Leverkusen áleyparin hevur, eins og Ronaldo, skorað fimm mál.
Høgi og vandamikli áleyaprin fær tó ikki fleiri mál. Kekkia fekk ikki hildið trýstinum, og Schick noyddist út orsakað av trupulleikum í baklærinum. Danir høvdu nakrar góðar møguleikar at økja til 3-1, har millum annað innskifti Yussuf Poulsen gjørdi stóran mun við sínari meg. Tað vóru annars tvey lið, ið vóru týðliga merkt av møði - ikki tí at stegðurin millum dysturin er ov stuttur (ávíkavist eina viku og seks dagar) men orsakað av hitanum og slevju. Tað vóru áleið tretivu hitastig, og hitin hevur darvað nakrar av dystinum í seinastuni.
Danir skoraðu ikki aftur - liðið hjá Hjulmand hevði eisini tveir heilt góðar møguleikar at økja meira í fyrra hálvleiki - men tvey mál vóru nóg mikið, og harvið lønti Danmark Kekkia ósigurin frá fjórðingsfinaluni í EM-endaspælinum 2004 aftur. Danmark er fyri fyrstu ferð síðani EM-gullið í 1992 í einari hálvfinalu.
EM 2020(2021) fjórðingsfinalur
Í dag- Leygardagin 3. juli
Olympic Stadium, Baku
Kekkia - Danmark 1-2 (0-2)
5' Thomas Delaney 0-1
42' Kasper Dolberg 0-2
49' Patrick Schick 1-2
20.00: Ukraina - Ongland (Rom)
Fótbóltur
Donsku dreingirnir skulu til Wembley at spæla hálvfinalu
Tvey góð mál í fyrra hálvleiki móti Kekkia vóru nóg mikið hjá Danmark, ið fyri fjórðu ferð í søguni hevur spælt seg í eina EM-hálvfinalu, Mótstøðuliðið verður funnið í Rom um eina løtu.
Danski hópurin og danska toymi saman við teimum nakað yvir 1.000 áskoðarunum, ið vóru komnir longu leiðina til Baku (Mynd: EPA)
2021-07-03 19:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald