Fyrsta fjórðingsfinalan í olympisku hondbóltskappingini fyri kvinnur er júst yvirstaðin, og Danmark spældi seg sum fyrsta landið í hálvfinalurnar við at vinna 29-25 á Niðurlondum.
Niðurlond byrjaðu annars dystin best, men Danmark fekk fekk fatur í dystinum aftur, og var frammanfyri við einum máli í hálvleikinum.
Sambært viðmerkjarunum hjá TV2 var hetta nógv tann besti dysturin, sum danska liðið hevur spælt higartil í OL-kappingini.
Danmark hevði eina greiða leiðslu og fult tamarhald á dystinum, tá fimm minuttir vóru eftir, men í síðstu minuttunum varð liðið rakt av tveimum útvísingum samstundis, og so kom knappliga spenningur aftur í dystin.
Men donsku kvinnurnar megnaðu at standa ímóti, og niðurlendingar komu ikki nærhendis einum sigri kortini.
Danmark skal í hálvfinaluni hósdagin spæla móti vinnaranum av dystinum millum Noreg og Brasil, sum spæla klokkan 20.30 í kvøld. Í innleiðandi kappingini vann Noreg við 9 málum móti Danmark.
Hinar fjórðingsfinalurnar í kvinnukappingini eru Frakland móti Týsklandi kl. 12.30 og Ungarn móti Svøríki kl. 16.30.
Menninir spæla fjórðingsfinalur í morgin: Spania móti Egyptalandi, Týskland móti Fraklandi, Danmark móti Svøríki og Noreg móti Slovenia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald