Leygardagin tryggjaði FC Nordsjælland sær sítt fyrsta stóra heitið á kvinnusíðuni við 1-0 sigri í steypafinaluni í Thy.
Les eisini: Ásla er danskur steypavinnari
24-ára gamla Ásla Johannesen kom á vøllin í 89. minutti, og harvið gjørdist føroyski landsliðsliðkiparin fyrsi kvinnuligi leikarin, sum vann eitt stórt steyp í Danmark Venjing við donskum steypavinnarum
Í hesari vikuni eru Ásla og tríggir av hennara liðfeløgunum komnir til Føroya, og í gjár stóðu Ásla Johannesen, Brianne Reed, Line Røddik og Amalie Vangsgaard fyri venjingin hjá gentum U9 og U11 hjá B36 á Tórsvølli.
Mynd: Fótbóltsfelagið B36 (Facebook)
Ásla spældi í 2013, 2016 og 2017 við B36 og í 2015 við AB/B36. Facebook-síðan hjá B36 skrivar, at tað at steypavinnararnir, ið høvdu sítt serstaka heiðursmerki kring hálsin, høvdu venjingina, var til stóra gleði fyri genturnar.
Mynd: Fótbóltsfelagið B36 (Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald