Hondbóltur

Dragan Brljevic sagt seg úr starvi

Sáttmáli hansara var annars galdandi til næsta summar, men hann er nú farin frá av heilsuávum – Sonni Larsen kemur fyribils at standa á odda fyri liðnum restina av EM-undankappingini.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-12-01 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum síðan oktober 2020, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvi, boðaði Hondbóltssamband Føroya frá fyri løtu síðani.

Sáttmáli hansara var annars galdandi fram til juli næsta ár.

Boðað verður frá, at tað fyribils verður Sonni Larsen, sum kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur tó fram sum hjálparvenjari.

Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021, og leiddi hann liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.

Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki, og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder