Jóannes Bjartalíð er veruliga komin fyri seg. Hann gjørdist í fjør ársins leikari í næstbestu norsku fótbóltsdeildini og var við til at tryggja Fredrikstad við Mikkjali Thomassen á odda, uppflyting.
Men í grein á heimasíðuni hjá norska TV2, greiðir Jóannes Bjartalíð frá tíðini, tá rúsdrekka hevði valdið á honum.
Tað var serliga í 2020, at tað vant uppá seg. Jóannes Bjartalíð og daman fóru hvør til sítt, og fløskan var brúkt at ugga seg við.
- Tað var í stórum mongdum. Frá oktober 2020 til juli 2021 vildi eg mett, at tað var einar 20-25 øl hvønn dag, greiðir Jóannes Bjartalíð frá.
Jóannes Bjartalíð greiðir víðari frá, at hann vigaði ov nógv og at tey rundan um hann fóru stúrin.
- Eg drakk áðrenn venjing, tá eg vaknaði, aftaná venjing. Eg drakk allatíðina, sigur 27 ára gamli klaksvíkingurin.
Í tveimum umførum var Jóannes Bjartalíð til avvenjing á Velbastað, og síðan er hann komin fyri seg.
Jóannes Bjartalíð til avvenjing hjá Heilbrigdinum á Velbastað (Mynd: Jóannes Bjartalíð / Instagram)
Les eisini: Tvey ár síðani Jóannes Bjartalíð seinast smakkaði sær á
Í greinini hjá TV2 verður eisini komið inn á stóra leiklutin hjá Mikkjali Thomassen í hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald