Hondbóltur

Dramatiskur javnleikur á Hálsi

Neistin og Kyndil spældu javnt, 24-24. Hoyvíkingar og kollfirðingar vunnu sínar útidystir.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-12-09 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Neistin og Kyndil spældu 24-24 javnleik á Hálsi seinnapartin í einum ferðmiklum dysti við nógvum nærstøðum. H71 og KÍF vunnu eisini sínar dystir

Nógvu nærstøðurnar á Hálsi høvdu eisini við sær, at tað gjørdist fast millum kyndlaleikara og Rasmus Søby úr Neistanum seint í fyrra hálvleiki. Úrslitið var at profilurin hjá Neistanum fekk beinleiðis reytt kort.

[object Object]17 ára gamli Dánjal Ragnarsson gjørdist ein av toppskjúttunum hjá Neistanum við 5 málum. Tróndur Kragesteen skoraði eisini 5 mál fyri Neistan (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan í hálvleikinum var 12-13 til Neistan, sum í seinna hálvleiki legði seg á odda við fleiri málum. Teir grønu úr Kyndli komu tó aftur, og úrslitið gjørdist javnleikur 24-24.

Í hinum báðum dystunum í deildini leikaði eisini javnt á, og bara eitt mál var á muni. Kollfirðingar á vitjan í Vestmanna hálaðu ein 29-30 sigur í hús, meðan hoyvíkingar á Skála megnaðu at vinna 20-21.

Javnleikurin á Hálsi og útisigurin hjá H71 hevur við sær, at hoyvíkingar eru nú bara eitt stig frá fyrsta plássinum. Vestmenningar og Kyndil eru javnir í stigum, meðan KÍF spakuliga nærkast oddastríðnum.

Okkara deildin úrslit 9. desember
Kyndil - Neistin 24-24 (12-13)
VÍF - KÍF 29-30 (13-14)
StÍF - H71 20-21 (8-9)


Støðan í Okkara deildini
1. Neistin (16 stig)
2. H71 (15 stig)
3. Kyndil (13 stig)
4. VÍF (13 stig)
5. KÍF (11 stig)*
6. StÍF (8 stig)
7. Team Klaksvík (2 stig)

*Ein dyst fleiri

Sí eisini: Myndir: Kyndil - Neistin menn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder