Fótbóltur

Dramatiskur javnleikur í botndystinum á Argjum

EB/Streymur javnaði til 1-1 í 96. minutti - talan var um ein returbólt eftir brotsspark - og tá spældi útiliðið við tíggju monnum.

Liðini deildu stigini Inni í Vika. Bárður Olsen spældi í dag í miðverjuni ímóti sínum barndómsfelagi; Rógvi Egilstoft skoraði fyri EB/Streym í yvirtíðini - Mynd: Jens Kr. Vang

Liðini deildu stigini Inni í Vika. Bárður Olsen spældi í dag í miðverjuni ímóti sínum barndómsfelagi; Rógvi Egilstoft skoraði fyri EB/Streym í yvirtíðini - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-27 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagsins annar ólavsøkudystur var Inni í Vika á Argjum. Har vitjaði EB/Streymur, og har var talan um týðandi dyst í botnsstríðnum. At enda deildu liðini stigini. Talan var um eina inntensa uppgerð við nógvum dramatikki: EB/Streymur var aftanfyri, tá 95 minuttir vóru leiktir, men við tíggju monnum eydnaðist tað at javnað.

AB var væl meira ágangandi fyrstu løtuna og sat á dystinum í 1. hálvleiki. Tað var tí als ikki óuppiborið, at heimaliðið kom á odda eftir smáar tjúgu minuttir. Argjamenn høvdu havt nakrar fínar støður, tó uttan at heilt hava ein stóran møguleika, men eftir 18 minuttir fekk AB fríspark beint við bogan á 16-metrinum. Fyrimunur varð annars givin, eftir at Eli Christiansson varð feldur, men eftir at skotið hjá Bjarka Nielsen varð blokerað, varð bríkslað fyri frísparki. Tað tók Lukas Giessing sær av, og nýggi leikarin hjá AB, ið hevði verið eyðsýndur á álopskenda miðvøllinum fyrstu løtuna, sendi bóltin uppum múrin og í málið aftanfyri Jákup Højgaard, ið fekk hondina á skotið.  

Stutt eftir málið kom EB/Streymur betri inn í dystin; beinanvegin eftir málið varð ein vandamikin støða í brotsteiginum hjá AB, og løtu seinni var Steffan Løkin nær við í samband við deyðbóltsstøðu. Útiliðið setti seg tó ikki á dystin - tað mesta gekk fyri seg millum brotsteigarnar, og nógv varð lagt fyri í nærdystunum. 

Fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki høvdu liðini hvør sín stóra møguleika. Fyrst vóru tað nakrir av ungu monnunum hjá útiliðnum: Svein Knút Magnussen førdi bóltin væl fram, slepti honum til Niklas Kruse, ið setti ein mann av, spældi væl innum til Steffan, ið tamdi bóltin væl, men vælleikandi nýggi málverjin hjá AB, Tobias Larsen, kom væl út og bjargaði skotinum. Stutt eftir hetta rakti Bjarki Nielsen yvirleggjaran við góðum skoti stutt inni í brotsteignum. 

[object Object]
(AB var sera nær við trý kærkomin stig á Argjum - Dávid Langgaard skoraði fyri ÍF á Skála, men tað rakk akkurat ikki til stig - Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var, eins og fyri steðgin, inntenst á Skansi Arena í 2. hálvleiki. Góðskan var ikki frálík, men dysturin livdi væl, og bæði liðini søktu at. AB var sera nær við at økja, tá innskifti Filip í Liða gjørdist púra fríur, men Jákup bjargaði væl. EB/Streymur spældi annars ein greitt betri 2. hálvleiki enn 1. hálvleik, men umstøðurnar gjørdust truplari, tá innskifti Magnus Jarnskor fekk beinleiðis reytt kort fyri eina takkling við báðum beinunum lyftum uppfrá og nógvari ferð - púra uttan fyrilit. EB/Streymur trýst tó og satsaði alt, og tað gav pláss til AB, ið kundi havt lukkað dystin.

Heili sjey minuttir vórðu lagdir afturat, men tað sá einki út hjá útiliðnum. Men í samband við eitt frísparksinnlegg fór Rógvi Egilstoft Nielsen umkoll. Argjamenn vóru í øðini, og millum annað tí bólturin var farin framvið, var ilt at fáa eyga á hvat júst hendi í støðuni. Rúni Gaardbo var tó ivaleysur og peikaði á blettin. Tobias Larsen bjargaði royndini frá liðformanninum hjá EB/Streymi, men Rógvi fylgdi sjálvur upp og tryggjaði EB/Streymi eitt týdningarmikið stig. EB/Streymur hevði enntá møguleikan at leggja seg á odda, men tók til takkar við ólavsøkusteypinum sum kom í hús eftir brotssparkskapping. Sami munur er millum AB og EB/Streym á stigatalvuni sum frammanundan dystinum.

Á Skála vann heimaliðið 2-1 eftir tógvið stríð. Teir appelsinlittu komu tíðliga á odda, men ÍF svaraði beinanvegin aftur. Fuglfirðingar hildu 1-1 í 70 minuttir, og talan hevði verið um eitt gott stig hjá heldur skerda liðnum, men Ronni Møller-Iversen hevði aðrar ætlanir. Danin tryggjaði Skála trý stig og annan sigurin á rað. ÍF og AB eru nú ájøvn í stigum. 

Betrideildin, 16.umfar
Skansi Arena, 27.07
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
18' Lukas Grenaa Giessing 1-0
96' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1

AB (4-2-3-1): Tobias Brogaard Larsen - Heri Hjalt Mohr, Sørin Samuelsen (90' Leivur Holm Joensen), Bárður Olsen (L), Beinir Henriksen - Mikkjal Hentze (82' Bjarni Skála), Eli Sveinur Christiansson - Bjarki Christansson Nielsen, Lukas Grenaa Giessing, Rógvi Poulsen- Jobin Drangastein (50' Filip í Liða)
Gul kort: Filip í Liða, Tobias Brogaard Larsen, Heri Hjalt Mohr

EB/Streymur (4-2-3-1): Jákup Højgaard - Sveinur Knútur Magnussen, Árni Grunnveit Olsen, Petur Zachariassen (82' Teitur Debes Olsen), Ragnar Bjartalíð Danielsen (64' Magnus Jarnskor) - Arnar Dam (64' Rói Olsen), Gestur Bogason Dam - Niklas Kruse, Ragnar Samuelsen, Rógvi Egilstoft Nielsen (L) - Steffan Abrahamsson Løkin
Reytt kort: Magnus Jarnskor (77') Gult kort: Gestur Bogason Dam 

Skála - ÍF 2-1 (1-1) 
13' Pætur Dam Jacobsen 1-0
15' Dávid Langgaard 1-1
85' Ronni Møller-Iversen 2-1

Fyrr í dag vann HB 3-0 á TB. Les um dystin, har øll málini komu eftir steðgin, her

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 (15 dystir) 
2. HB 33 (16 dystir)
3. NSÍ 32 (14 dystir)
4. KÍ 32 (14 dystir)
5. B36 31 (14 dystir)
6. Skála 21 (16 dystir)
7. TB 15 (16 dystir)
8. EB/Streymur 9 (16 dystir)
9. ÍF 5 (16 dystir)
10. AB 5 (16 dystir)

Í morgin: 
(18.00) B36 - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder