Føroyingaruppgerð var í triðbestu donsku deildini í gjár. AB og Hørður Askham tóku ímóti Thisted í Gladsaxe. Daniel Johansen byrjaði inni hjá útiliðnum, og Heini Fossdalsá Sørensen var í hópinum.
Daniel spældi 73 minuttir, og 25-ára gamli føroyski vinstri bakkurin legði útiliðið á odda við vøkrum fluktara. Hetta var eftir 25 minuttir, og eftir at bólturin kom út til Daniel í samband við langt innkast, har Hørður millum annað hevði verið fyri.
Nummar 17 hjá Thisted rakti bóltin ógvuliga væl úr 25 metrum, og hann fór á vakran hátt í AB-málið. Daniel Johansen var eisini við í fleiri góðum álopum fyri steðgin, men AB fekk javnaði við góðum langskoti.
Málini og hæddarpunkt síggjast her - neyðugt er tó at stovna ókeypis brúkara
Heimaliðið tók yvir í 2. hálvleiki, og Hørður Askham, ið spældi allan dystin í miðverjuni, kundi fegnast um trý stig. Sigursmálið kom í 72. minutti.
AB liggur á 6. plássið í 2. Division við 12 stigum og harvið í ovaru hálvu. Eftir níggju umfør hevur Thisted átta stig og er trý stig frá niðurflytingarstrikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald