Mikukvøldið settu tær Ísland uppá pláss við Tjarnir, í gjárkvøldið kom EM-plássið endaliga í hús eftir Montenegro-sigur í Portugal, og í morgun setur føroyska ferðalagið kós móti Podgoricia.
Sí eisini: Føroyar skulu til EM-endaspælið í desember (staðfest)
Tað verður í montegrinska høvuðsstaðnum, at Føroyar klokkan 17 sunnudagin spæla tann seinasta av seks dystum í hesari undankappingini. Hann hevur ikki so nógv at siga, men avgerð endaliga, hvør vinnur bólkin.
Fyri at yvirhála oddaliðið í bólkinum, skuli Føroyar vinna við sjey málum móti liðnum, sum føroysku kvinnurnar hava tapt við seks málum (EM-undankapping við Tjarnir, oktober 2025) og fimm málum móti (HM-endaspæl í Trier, desember 2025).
Bæði liðini hava spælt seg til EM, sum verður í desember. Tó kann dysturin sunnudagin nýtast til nógv. Føroyar vilja millum annað royna at vísa, at man kann nærkast Montenegro, sum er kent fyri millum annað kropsliga styrki.
![]()
Pernille Brandenberg skoraði átta mál móti Montenegro í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum - men tað var ikki nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)
Tríggjar flogferðir og long ferð
Lagið man vera gott í føroysku leguni, og tað kann vera týðandi, tí talan er um ógvuliga langan ferðadag.
Hópurin leggur leiðina vestur á flogvøllin í hesi løtu og er ikki uppá pláss á gistingarhúsinum í Montenegro, fyrrenn klokkan nærkast midnátt - føroyska tíð.
Harvið er ferðatíðin samanlagt umleið 17 tímar, um alt gongst sum ætlað. Ferðalagið skal bíða í nógvar tímar í Keypmannahavn, og tíðin verður millum annað nýtt til eina venjing.
Síðani verður flogið til Wien og seint í kvøld víðari til Podgoricia. Har fyrireikar føroyska EM-liðið seg víðari til at set apunktum fyri sína bestu undankapping higartil.
Portalurin og FM1 eru við á ferðini, og hava vit ymiskt tilfar næstu dagarnar. Í morgin klokkan 11 er beinleiðis sending úr Podgorica við fleri føroyskum spælarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald