Fótbóltur

Dundalk – KÍ: Europa League dystur vístur á stórskíggja

Europa League playoff dysturin hjá KÍ í annaðkvøld verður vístur á stórskíggja við Djúpumýru – Tiltakið, sum Klaksvíkar kommuna og fjepparafelagið Bláa Bylgja skipa fyri, er ókeypis.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2020-09-30 09:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í annaðkvøld verða øll fótbóltsáhugað bjóðað til dyst við Djúpumýru.

Tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19.30 í Dublin í Írlandi, verður møguleiki hjá øllum at síggja søguliga dystin

Tiltakið er ókeypis og byrjað verður at senda klokkan 19.25.

Tað er Klaksvíkar kommuna saman við fjepparafelagnum Bláa Bylgja, sum hevur tikið stig til tiltakið.

Dysturin er á allan hátt søguligur, har KÍ hevur møguleika, sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, at vinna seg víðari til bólkaspælið í Europa Leauge.

Økið við Djúpumýru verður skipað soleiðis, at stórur skermur verður settur við vøllin, soleiðis at áskoðarar kunnu sita á áskoðaraplássunum. Korona vegleiðingarnar hjá FSF verða fylgdar, eins og til vanligar heimadystir í Klaksvík, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder