Fótbóltur

Dundalk spælararnir til nýggja korona-kanning

Fleiri spælarar brutu reglurnar tá teir vórðu sæddir í Belfast – teirra millum føroyskur landsliðsleikari.

2021-05-12 13:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spælararnir hjá írska fótbóltsfelagnum Dundalk skulu kannast fyri covid 19 av nýggjan eftir at fleiri teirra vórðu sæddir í býnum í Belfast eftir at liðið tapt ein heimadyst síðsta fríggjadag.

Á myndunum, sum vórðu lagdar út á sosialu miðlarnar, var eisini føroyski landsliðsspælarin, Sonni Ragnar Nattestad og Sean Murray, sum býr í Belfast. Tríggir av leikarunum hjá Dundalk hava bústaðin hinumegin markið til Norðurírlands.

Írska fótbóltssambandið, FAI, hevur biðið Dundalk um at geva eina frágreiðing um málið, skrivar blaðið Irish Mirror.

Býurin Dundalk liggur á eysturstrond Írlands, heilt norður móti markinum til Norðurírland. Norðurírski høvuðsstaðurin, Belfast, liggur um 80 kilometrar frá Dundalk.

Viðurskiftini eru tey, at síðsta fríggjadag hevði Bretland slakað coronatiltøkini, so møguligt var at fara á café í Norðurírlandi, sum er partur av Bretlandi.

Síðani hevur Írland eisini slakað krøvini, men tað er hent aftaná. Síðsta fríggjadag, tá Dundalk leikararnir vórðu avdúkaðir at hava verið í Belfast, ljóðaðu galdandi reglur fyri íbúgvar í írska lýðveldinum, at teir ikki sluppu at ferðast uttan fyri landslutin, har tey búgva.

Dundalk hevur enn onki sagt um tilburðin, men hevur so váttað at ein serlig covid-kanning skuldi gerast av leikarahópinum í hesi vikuni. Onkur venjing hevur eisini verið avlýst hesa vikuna av somu orsøk.

Dundalk skal fríggjakvøldið spæla móti Finn Harps. Tað gongur ikki eftir ætlan hjá felagnum, sum vann sum vann steypakappingina í fjør, og vann bronsu í landskappingini.

Eftir tíggju dystir, hevur Dundalk bert vunnið tveir, og liggur í løtuni á 10. plássi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder