Í kvøld skulu føroysku kvinnurnar, sum stríðast fyri Føroyar á hondbóltsvøllum í Týsklandi aftur í eldin.
Talan er um fyrsta dyst í miðumfarinum. Mótstøðuliðið í kvøld klokkan 19.30 er Týskland, sum kom í gjøgnum bólkaumfarið við at vinna allar sínar dystir í bólki C greitt.
Fyrst vunnu tær 31-20 á Serbia, síðan 38-12 á Uruguai og at enda 32-25. Harvið gjørdist Týskland nummar eitt í bólkinum við fullum stigatali og +44 í málúrtøku.
Týskland fekk 4 stig við til millumumfarið sum tað einasta landið við fullum stigatali higartil í bólkinum, sum Føroyar spælir í.
So væntanirnar um at Føroyar skulu fáa nakað burturúr í dystinum í kvøld eru ikki stórar, og skulu heldur ikki vera tað.
Fara at gera sítt allarbesta
Men føroysku kvinnurnar eru uppsettar uppá at gera sítt allarbesta í fyrsta dystinum í Dortmund, har spælt verður í Westfalenhalle, har pláss er fyri yvir 11.000 áskoðarum til hondbóltsdystir.
So væntast skulu heilt nógvir áskoðarar til dystin í kvøld. Um høllin verður full, er tó ivasamt.
Týsku kvinnurnar hava víst stóra styrki higartil í kappingini. Her fegnast nakrar teirra um sigurin á Serbia sunnukvøldið (Mynd: EPA)
Tað, sum føroyska liðið miðsavnaði seg um til venjingina seinnapartin í gjár var, at týska liðið spælir eitt sindur øðrvísi í álopinum enn onnur lið gera. Tær gera ikki so nógv brúk av strikuspælarum, men spæla ístaðin við fýra bakspælarum. Hava eisini lyndi til at flyta seg nógv yvir í høgru síðu, og so renna spælarar upp á skift ígjøgnum føroysku verjuna og fungera sum strika í eina løtu.
So tað er eitt øðrvísi lið, enn føroysku kvinnurnar fyrr hava møtt í kappingini, sum tær koma at standa yvir fyri í kvøld.
Stórt fótbóltskvøld í Dortmund
Samstundis sum Føroyar spæla móti Týsklandi í Westfalenhalle í Dortmund, skal býarins stoltleiki, fótbóltsfelagið Borussia Dortmund á heimavølli spæla áttandapartsfinalu á heimavølli móti grannafelagnum Bayer Leverkusen.
Og Westfalenstadion liggur beint við høllina har føroysku kvinnurnar skulu spæla.
Westfalenstadion tekur yvir 80.000 áskoðarar, og sagt verður, at øll atgongumerkini eru seld.
Alt annað líka, so hava íbúgvarnir her í Dortmund størri áhuga fyri fótbóltsdystinum, sum byrjar klokkan 20 í kvøld, enn fyri hondbóltsdystinum móti Føroyum, sum byrjar ein hálvan tíma undan.
Tað verða nógv fólk og stór troðkan í stóra ítróttaøkinum í sunnara útjaðara av týska stórbýnum, Dortmund, í kvøld.
![]()
Borissia Dortmund er kent fyri sínar sera nógvu og trúgvu áskoðarar. Myndin er frá dystinum leygardagin, tá Dortmund í Bundesliguni eisini hitti Leverkusen. Dortmund vann tann dystin 2-1 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald