Seinasti triðingur í Betrideildini hjá monnum fer nú í gongd, og fult umfar er á skránni næstu samdøgrini.
Ein dystur er á skránni í annaðkvøld, har HB er stórfavorittur at vinna á ÍF annað vikuskifti á rað.
Tríggir dystir verða spældir sunnudagin. KÍ skal royna at koma í gongd aftur í Betrideildini við heimadysti móti 07 Vestur, Víkingur tekur ímóti TB, og klokkan 17 er ein "seks-stig dystur" millum EB/Streym og AB á skránni annað vikuskifti á rað.
Evropeiska summarið hjá B36 er av eftir dystin í Kroatia í gjár, men dystarskráin hevur verið tøtt seinastu vikurnar. Mánakvøldið vitja Jákup á Borg og B68 í Gundadali.
Skráin og støðan síggjast niðanfyri
Mynd: fsf.fo
Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. HB 41 stig
3. B36 40 stig
4. Víkingur 33 stig
5. 07 Vestur 29 stig
6. EB/Streymur 16 stig *
7. TB 15 stig
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig
10. AB 10 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald