
Hósdagin skulu NSÍ og KÍ royna at spæla seg víðari í nýggju Conference League hjá UEFA. Bæði liðini spæla á heimavølli, og Televarpið vísur dystirnir hjá báðum liðunum.
Finska Honka Espoo vitjar á Svangaskarði, har fyrsta bríksl verður klokkan 18. Dysturin í Helsinki hósdagin endaði málleysur, og harvið er stórur spenningur um NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at spæla seg víðari í evropeiskari kapping yvir tveir dystir. Í fjør vann NSÍ 5-1 á Svangaskarði, tá Barry Town úr Wales varð sent út. Tá varð bert ein dystur leiktur.
Rás 1 vísur dystin ókeypis.
Hóskvøldið verður søguligt, tá liðið hjá Mikkjali Thomassen tekur ímóti RFS, oddaliðnum úr Lettlandi. KÍ hevur higartil spælt sínar evropeisku dystir á Svangaskarði ella í høvuðsstaðnum, men vøllurin og øki við Djúpumýru er nú góðkend, og umleið 800 áskoðarar verða til staðar til dystin, har KÍ enn einaferð skal royna at spæla seg víðari í Evropa. Fyrri dysturin endaði við 3-2 sigri til oddaliðið í Betrideildini.
Dysturin verður vístur á R2 fyri eitt gjald á 43 krónur.
Tey 800 atgongumerkini til dystin í Klaksvík fóru aftaná nakrar fáar minuttir. Á Svangaskarði eru fleiri pláss og til ber framvegis at keypa sær atgongumerki til dystin millum NSÍ og Honka. Tað er í nethandlinum hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald