
Áðrenn Betrideildini fór í gongd, tveir mánaðir seinkað, varð tosað um kropsligu støðuna hjá leikaruunum, og um eit høgt tal av skaðum fóru at koma fyrstu vikurnar. Nakrir skaðar eru komnir orsakað av "belastningi", men tað tykist ikki sum, at tað eru óvanliga nógvir.
Leikararnir spæla nógv hesa tíðina. 4. umfar varð leikt í seinastu viku í mai, 5. umfar varð 1. og 2. juni, og farna vikuskifti var 6. umfar á skránni.
Les eisini:
7.umfar verður á skránni friggjakvøldið og leygardagin
Fríggjakvøldið og leygardagin verður 7. umfar, síðani verður 8. umfar eitt miðvikuumfar, og tvey tey seinastu vikuskiftini í mánaðinum verða ávíkavist 9. og 10. umfar leikt. Sunnudagurin 28. juni er ein mánað eftir, at dystir í 4. umfari vórðu leiktir, og beint undir fýra vikur eftir 5. umfar.
4. og 12. juli verða seinastu umførini, áðrenn lítli summarsteðgurin verður.
Skráin fyri Betrideildini hjá monnum sást her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald