Fótbóltur

Dystirnir sunnudagin verða mest sannlíkt framskundaðir vegna veður

Sum skilst verður eingin dystur í Meistaradeildini sunnudagin - heldur vera teir flestu spældir leygardagin.

Víkingur og HB skulu eftir ætlan spæla í Sarpugerði sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur og HB skulu eftir ætlan spæla í Sarpugerði sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-19 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsøgnin sunnudagin sær einki serlig út, og ivasamt er, um fótbóltur verður spældur.

Sum Portalurin skilir, fer Fótbóltssamband Føroya mest sannlíkt at framskunda teir fýra dystirnir sunnudagin til leygardagin 21. mars.

Meira kunning um hetta væntast seinni í dag.

[object Object]
Soleiðis sær skráin út, sum nú er (Skíggjamynd: FSF)

1. umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum er á skránni um vikuskifti - tríggir dystir sunnudagin. Mest sannlíkt vera hesir dystirnir, umframt teir í 1. deild eisini ávirkaðir av veðrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder