Fótbóltur

Dystur nummar 50 hjá Atla og Gunnar

Malta (Portalurin) Royndu leikararnir kunnu náa hálvthundrað – tríggir hava ongan landsdyst spæl; sí yvirlit yvir føroyska hópin.

Gunnar Nielsen til venjingina hjá føroyska landsliðnum á Malta fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen til venjingina hjá føroyska landsliðnum á Malta fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-19 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðshópurin til dystirnar ímóti Rumenia og Malta er mannaður við 20 leikarum. Av teimum eru átta leikarar, ið til dagliga spæla í Betrideildini, og teir umboða fimm ymisk feløg. Hinir tólv eru útisetar – fimm úr Íslandi, harav tríggir úr sama felagi, tríggir úr Danmark, tríggir úr Norra og ein úr Týsklandi. Ein útiseti afturat skuldi verða við, men Sonni Ragnar Nattestad úr Fredericia noyddist at geva avboð orsakað av skaða. Í hansara stað kom 21-ára gamli Bartal Wardum.

Les eisini: Fjølbroytt venjing á sólini á Malta

Júst Bartal er ein av trimum leikarum í hópinum, sum ikki hevur spælt nakran A-landsdyst enn. Eins og málverjin Karstin Hansen, er miðverjin úttikin á fyrsta sinni. Bartal og Karstin vóru lyklaleikarar á U21-landsliðnum í seinastu undankapping, har teir ávíkavist leiktu níggju og átta dystir. Liðfelagin hjá Bartali í HB, Magnus Egilsson, varð úttikin til allar Nations League dystirnar seinasta heyst, men kom ikki á vøllin. Vinstri bakkurin, ið hevur 25-ára føðingardag í dag, hevur royndir frá øllum ungdómslandsliðunum.

Myndir frá venjingini í morgun

Í hinum endanum er Jóan Símun Edmundsson ovast. 27-ára gamli toftamaðurin hevur flest landsdystir í núverandi hópi; hann kom uppá teir hálvthundrað í fjør. Alt týðir uppá, at Gunnar Nielsen og Atli Gregersen báðir spæla sín landsdyst nummar 50 leygardagin, og harvið eisini koma í serstaka bólkin, har 14 leikarar í løtuni eru í. Málverjin og liðformaðurin fingu báðir sín fyrsta A-landsdyst í 2009 og hava avgjørt havt sín leiklut í góðu gongdini seinastu árini. Odmar Færø kann koma uppá 25 landsdystir leygardagin.

Samrøða við leikaran við flest landsdystum í hópinum


[object Object]Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

Samanumtikið er tað ógvuliga ymiskt hvat royndum viðvíkur – sí yvirlit her:

Málverjar:
Gunnar Nielsen FH (Ísland) - 49 landsdystir
Teitur M. Gestsson HB - 3 landsdystir
Karstin Hansen Skála - 0 dystir

Verjuleikarar:
Atli Gregersen Víkingur - 49 landsdystir, 1 mál
Odmar Færø HamKam (Norra) - 24 landsdystir
Viljormur Davidsen Vejle BK (Danmark) - 28 landsdystir
Magnus Egilsson HB - 0 dystir
Gilli Rólantsson Sørensen SK Brann (Norra) - 28 landsdystir, 1 mál
Bartal Wardum HB - 0 dystir

Miðvallarar:
Heini Vatnsdal Fremad Amager (Danmark) - 10 landsdystir
René Shaki Joensen Grindavík (Ísland) - 22 landsdystir, 3 mál
Hallur Hansson Horsens (Danmark) - 38 landsdystir, 4 mál
Brandur Hendriksson Olsen FH (Ísland) - 22 landsdystir, 1 mál
Rógvi Baldvinsson Bryne (Norra) - 33 landsdystir, 3 mál
Kaj Leo í Bartalsstovu Valur (Ísland) - 22 landsdystir, 1 mál
Árni Frederiksberg B36 - 3 landsdystir
Sølvi Vatnhamar Víkingur - 27 landsdystir, 1 mál

Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson Arminia Bielefeld (Týskland) - 50 landsdystir, 6 mál
Jákup Thomsen FH (Ísland) - 2 landsdystir
Klæmint Andrasson Olsen NSÍ - 18 landsdystir

Tilsamans: 428 landsdystir

Miðaltal av landsdystum: 21,4

 

Hagtøl: FSF og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder