Fótbóltur

Dysturin í Montenegro kann síggjast á Rás1

HB hevur seinnapartin boðað frá, at FK Buducnost Podgorcia - HB verður vístur í Televarpinum. Fyrsta bríksl í høvuðsstaðnum í Montenegro verður klokkan 19. Heimaliðið verður mett sum greiður favorittur at vinna dystin, men HB er stórfavorittur at spæla seg víðari.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-07-27 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og fyrri dysturin, verður Conference League dysturin millum HB og Budućnost Podgorica í kvøld vístur í Televarpinum. Hesum hevur HB boðað frá seinnapartin.

- Dysturin verður vístur ókeypis á Rás 1, og kann eisini stroymast á sg.tv.fo/ras/

[object Object]

[object Object]Meistaraliðið úr Montenegro skal royna at venda 0-4 frá fyrra dystinum til víðari luttøku (Myndir: Sverri Egholm)

Les eisini: HB skal gera arbeiði liðugt

Dysturin í høvuðsstaðnum í Montenegro byrjar klokkan 19. HB vann dystin í Gundadali 4-0, so nógv skal ganga galið hjá greipuvinnarunum, um teir ikki skulu megna at spæla seg víðari til 3. umfar.

Veddingarfyritøkur hava eisini HB sum risafavoritt at spæla seg víðari. Til dømis hevur Bet365 odds heilt niðri á 1,03 uppá, at tað hendir. Tó er heimaliðið á pappírinum greiður favorittur at vinna dystin í kvøld.

Odds frá fimm stórum veddingarfyritøkum: 
Sigur til Budućnost Podgorica: 1,57 - 1,66
Javnleikur: 3,90 - 4,25
Sigur til HB: 4,15 - 4,75

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder