Hesin dysturin verður ógvuliga týðandi fyri oddastríðið: Vinnur NSÍ fer liðið avstað, men vinnur Víkingur er tættari, og so eru fýra lið rímiliga væl við.
Hetta var ein av niðurstøðuni í sendingini 3. hálvleikur í gjár, har Trygvi Absalonsen og Ronnie Thomassen viðgjørdi kvøldins uppgerð.
Tað er stóri dysturin í kvøld, sum FM1 eisini sigur frá.
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum á Svangaskarði og í Gundadali ovast á Portalinum
Eftir at 07 Vestur vann í Klaksvík í gjár, og B36 spældi javnleik í Streymnesi, hevur NSÍ av álvara møguleikan at leggja sjógv millum seg og hini liðini. Tað skal tó gerast í Sarpugerði móti einum Víkinga-liði, sum ikki hevur tapt í landskappingini síðandi fyrst í apríl, og sum vann 4-0 á HB í steypakappingini hósdagin.
![]()
![]()
Víkingur var av álvara omaná móti HB hósdagin og kom í steypafinaluna. Nú roynir liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen at økja um munin til júst HB í topp-fýra stríðnum - til ber eisini at koma nærru topp-trý í kvøld (Myndir: Jens Kr. Vang)
Hinir dystirnir í kvøld hava eisini stóran týdning, serliga fyri botnstríðið. Men eisini fyri evropeisku møguleikarnar og fyri víðari gongdini hjá kreppurakta HB.
Sí eisini: Stórar broytingar í HB: Spildurnýggj nevnd tekur við mitt í juni
15. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 29. juni
HB - Skála
Víkingur - NSÍ (FM1)
B68 - AB
Allir dystirnir byrja klokkan 18.30 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. Stigatalvan sæst niðast
Í gjár, sunnudagin 28. juni
KÍ - 07 Vestur 0-1 (0-0)
65' Casper Gedsted Hansen 0-1
EB/Streymur - B36 2-2 (0-1)
3' Bartal Páll Klein (Jógvan Kárason Gullfoss) 0-1
10' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 1-1
23' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 2-1
66' Ragnar Samuelsen 2-2
Sí eisini: 07 Vestur feldi føroyameistararnar í Klaksvík
![]()
Umfarið er higartil enn eitt prógv um tøttu og óútrokniligu deildini í ár. Í 3. hálvleiki í gjár tók Trygvi Absalonsen saman um við gestum og hugdi fram ímóti dagsins dystum. Lurta her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald