EB boðar á heimasíðu sínari frá, at felagið sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara og mennara til komandi kappingarár.
Um venjaran skrivar Eiðis Bóltfelag, at hann er 33 ára gamal og kemur frá Børkop uttanfyri Vejle. Morten Helwig hevur eina kandidatútbúgving frá Syddansk Universitet í "Idræt og Sundhed" við sergrein í ‘Talentudvikling og sportspsykologi i elite- og konkurrenceidræt’ á í. Seinasta árið hevur hann gingið á hondbóltsvenjaralinjuni hjá Ikast Sportshøjskole (ISI), har hann eisini hevur tikið DHF divisiónsvenjaraútbúgvingin
Morten hevur eisini nógvar royndir sum ungdómsvenjari. Hann hevur verið venjari hjá U14 og U18 hjá Team Esbjerg og U16 hjá Ikast HK. Í løtuni er eisini hjálparvenjari á bretska U19-kvinnulandsliðnum. Morten Helwig byrjar í starvinum á Eiði hálvan august.
Starvsetanin er liður í at menna felagið. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at hjálpa hinum venjarunum í felagnum, skapa eina felagsmentan og ein góðan leist at reka felagið frameftir. Hetta er alt liður í, at leggja lunnar undir at EB aftur verður fastur partur av vaksnamannadeildunum, boðar felagið frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald