Tveir dystir í fremstu hondbóltsdeildunum vóru á skránni í gjár. Bæði liðini hjá H71 vóru á útivølli. Annað fekk sannførandi stig við heim, meðan hitt tapti móti liði, sum ikki hevur so nógv ár á baki í fremstu røð.
EB fekk í gjár helst størsta úrslitið, síðani besta kvinnuliðið kom upp í SMS-deildina. Gamaní er hetta eitt øðrvísi H71-lið við færri royndum og toppstøði enn tað suverena greipuliðið í fjør, men talan var um flottan sigur hjá EB.
Hoyvíkskvinnur vóru á odda við tveimum málum í steðginum við Streymin. Í 2. hálvleiki leikaði javnt á, men tað var heimaliðið, ið skoraði tvey av teimum seinastu trimum málinum og vann harvið 31-30.
Sí dómaraseðilin her
Nukaaka Petrussen Lyberth úr Grønlandi og brasilianska Talita Alves vóru avgerandi. Tær skoraðu samanlagt 24 mál fyri EB. Úrslitið bendir aftur á javna kapping í ár. Síðsta vikuskifti vann H71 á VÍF, meðan EB tapti á heimavølli fyri StÍF.
SMS-kvinnur
Í gjár, leygardagin 16.09
EB - H71 31-30 (14-16)
Toppskjúttar: Nukaaka Petrussen Lyberth 14 mál, Talita Alves Carneiro 10 mál - Elsa Egholm 7 mál
Talita Alves gjørdi bart. Hon skeyt tíggju mál og millum annað eitt ógvuliga umráðandi móti endanum (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Ísak Vedelsbøl var stórspælandi á strikuni (Mynd: H71)
Í 1. umfari vann KÍF stórt á Skála, meðan H71 tapti á heimvølli fyri VÍF. Í gjár tók KÍF móti H71 á Kollfjarðadøgum, men hoyvíkingar oyðiløgdu hýrin nakað.
Útiliðið tók leiðsluna við fýra málum á rað beint fyri steðgin, og KÍF kom ongantíð veruliga inn í dystin aftur. Skjótt bygdi H71 á leiðsluna og vann at enda við heili tíggju málum. Strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skaraði framúr á unga H71-liðnum. Lagt er eisini upp til spennandi kapping í bestu mansdeildini.
Betri menn
Í gjár, leygardagin 16.09
KÍF - H71 22-32 (10-13)
Toppskjútti: Ísak Vedelsbøl 9 mál
Sí dómaraseðlan her
Fýra dystir í fremstu deildunum - tríggir hjá kvinnum og ein hjá monnum - eru á skránni seinnapartin. Sí yvirlit niðanfyri.
Hondbóltur
EB koppaði H71
Eiðiskvinnur vunnu óvæntaðan sigur í tøttum dysti - menninir hjá H71 vunnu stórt í Kollafirði.
EB vann 31-30 á greipuvinnarunum við Streymin (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
2023-09-17 10:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald