Fótbóltur

EBS/Skála endaði við greiðum ósigri

Tað skrædnaði hjá føroyska meistaraliðinum í seinna hálvleiki móti Honka úr Finnlandi.

Rakul Magnussen og hinar hjá EBS/Skála løgdu rygg til stóran ósigur í Litava í dag
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Rakul Magnussen og hinar hjá EBS/Skála løgdu rygg til stóran ósigur í Litava í dag (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-08-13 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EBS/Skála spældi í dag sín seinasta dyst í Champions League undankappingini, ið hevur verið í Litava seinastu vikuna. Tað endaði við stórtapið móti finska Honka. 

Greipuvinnarin úr Føroyum kom í satt ódnarveður í 2.hálvleiki, eftir at tað stóð 1-0 í hálvleikinum. Honka legði seg á odda í 44.minuttir Tað gjørdist 2-0, tá ein lítil tími var leiktur, og seinasta lítla hálva tíman skoraði finska liðið heili fimm ferðir.

Sambært hagtølunum hjá UEFA hevði EBS/Skála ikki nakra roynd móti málinum hjá Honka, ið hinvegin hevði 29 málroyndir. 

EBS/Skála er nú liðugt í evropeiskum fótbólti á hesum sinni; tilsamans tapti felagsliðið teir tríggar dystirnar í Litava 17-0. Føroyska meistaraliðið hevur ikki verið heilt fullmannað á túrinum; nakrar av teimum føstu hava ikki verið tøkar til stóru uppgávuna.

Hetta var fyrstu ferð, at EBS/Skála leikti í Evropa. Nú er fokus aftur á tøttu og spennandi landskappingina; Betri-deildin byrjar aftur í vikuskiftinum komandi, har oddabrak er á skránni millum EBS/Skála og HB. Hesi liðini hittast eisini  í steypafinaluni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder