Fótbóltur

EBS/Skála endurvann steypið við tíggju leikarum

Í undirtalið í allan 2.hálvleik og eitt sindur meira; tað ávirkaði ikki felagsliðið, ið aftur vann steypakappingina hjá kvinnum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-25 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EBS/Skála er aftur steypavinnari. Hetta er greitt eftir 2-1 sigur á HB í kvøld í einum spennandi dysti, har nógv hendi.

Tað var ein dystur við nógvum inntensiteti, málum og stórum málmøguleikum. Leikarar hjá bæði EBS/Skála og HB løgdu sera nógv fyri; tað vóru nógvir nærdystir og gott spæl til tíðir.

EBS/Skála vann steypafinaluna í fjør, og felagsliðið legði seg tíðliga á odda á Tórvølli hesuferð. Í 7. minutti legði Birna T. Mikkelsen eitt gott innlegg inn úr høgru, og við aftastu stong var Durita Hummeland, og stútaði bóltin í málið.

EBS/Skála var meira omaná beint eftir málið, og søkti eftir 2-0 málinum. Men HB svaraði skjótt aftur, og tað vóru serliga Milja T. Simonsen og Heidi Sevdal ið hóttu við teirra ferð og hegni. Tað gekk tó illa at fáa bóltin í málið, har Heidi brendu stórar møguleikar fyrsta hálva tíman eftir at Milja fann hana. Millum annað bjargaði EBS/Skála á strikuni, og Anna S. Hansen hevði eisini onkra góða bjarging.

EBS/Skála kom eisini til onkran góðan málmøguleika, har Randi Fagradal t.d. kom frí ígjøgnum, men Simona Heinesen bjargaði væl. Ístaðin fekk HB endiliga sítt mál stutt seinni. Milja varð aftur send avstað, kom framvið málverjanum, og so rakti bólturin armin  á Silju Johannesen, ið vardi fyri á málstrikuni. Revsingin var hørð: Brotsspark og reytt kort til verjuleikaran. Brotssparkið umsetti Milja trygt. 1-1 og og EBS/Skála í undirtali í minst 55 minuttir.

Felagsliðið royndi at stríðast við tíggju leikarum í 2.hálvleiki, og tær stríddust væl. Tað var ikki tað, at HB ikki spældi væl og skapti møguleikar. Milja hevði eisini nakrar góðar møguleikar í 2. hálvleiki, men bólturin vildi bara ikki í málið hjá EBS/Skála í opnum spælið. Ístaðin slóu greipuvinnararnir til. Margun Lindholm fór í hernað, hon setti fleiri leikarar av, áðrenn hon tiltuskaði sær fríspark í góðari støðu. Frísparkið sá út til at vera bíligt dømt, men líka legði Margunn í; hon skeyt bóltin upp í longra horn úr stórum tjúgu metrum, har bólturin fekk eitt gott “knekk” á vegnum – eitt frálíkt mál.

Eitt HB-lið í yvirtali varð rakt, men tað varð søkt av øllum alvi eftir málinum hjá Onnu S. Hansen. Men tær tíggju á EBS/Skála-liðnum arbeiddu fyrimyndarliga væl, og hótti eisini inn ímillum við mótálopum. Nógvu og larmandi áskoðarnir hjálpti liðinum fram til sigurs. Í einari sera spenanndi og inntensari finalu, var EBS/Skála júst omaná. Í HB-leguni irða tær seg yvir misnýttu møguleikarnar og enn eitt steypasilvur.

 

Steypafinalan hjá kvinnum

Leygardagin 25.08 á Tórsvølli

EBS/Skála - HB 2-1 (1-1)

7.min:   1-0 Durita Hummeland
35.min: 1-1 Milja R. Simonsen(br.)
70.min  2-1 Margunn Lindholm

Reytt kort: Silja Johannesen(EBS/Skála - 34.min)

EBS/Skála:
Anna Súnadóttir Hansen – Lea Lisberg, Rakul V. Magnussen, Silja Johannesen, Eyðbjørg Ellingsgaard(54` Íðunn Egilstrøð Magnussen) – Margunn Lindholm, Kára Djurhuus, Ansy S. Jacobsen – Birna T. Mikkelsen, Randi Fagradal(`90 Sunnvá Fagradal), Durita Hummeland

Venjari: Mattias Davidsen

HB (4-3-3): Simona Heinesen – Julia Naomi Mortensen(82` Liljan av Fløtum), Sarita Maria Mittfoss, Janita Ole-Jacobsen(76` Julia Helena Dal Henriksen), Nadja Dam Johannesen – Sara Samson Lamhauge, Ása á Reynatúgvu(L), Rebekka Fjalsá Benbakoura – Heidi Sevdal, Milja R. Simonsen, Elin Maria Isaksen(67`Jónva Hentze)

Venjari: Allan Dybczak

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder