Tað byrjaði við einum skrædli uppá 0-9 fyri viku síðani, gjørdist so betri ímóti einum sterkum finskum liðið leygardagin (0-5), og í gjár endaði EBS/Skála Champions League á hesum sinni við 0-2 tapi fyri estiska meistaraliðnum, Flora.
Hagtølini hjá UEFA vísa, at greipuvinnararnir høvdu tvey skot uppá mál, men annars var mótsstøðuliðið omaná. Áleyparin Getter Saar skoraði bæði málini, ið komu við sera stuttum millumbili: Í 26. og 28. minutti.
EBS/Skála var uttan Birnu T. Mikkelsen, Rakul V. Magnussen og Margunn Lindholm, allar leikarar í landsliðsklassa, í Estlandi. Unga liðið stríddi seg tó væl inn í kappingina, tú uttan at úrslitini vóru heilt góð.
Í fjør tapti EBS/Skála samanlagt 0-17; hesaferð var tað eitt mál færri, ið fór inn. Liðið hevur einki mál fingið í Champions League-høpi enn, men úrsliti í gjár var tað besta higartil.
EBS/Skála er í løtuni aftast í Betrideildini.
Fótbóltur
EBS/Skála fekk áleið sama úrslit sum í fjør
Greipuvinnararnir fingu sítt higartil besta úrslit í Champions League í gjár.
Miriam Harishi Egilsdóttir og EBS/Skála hava seinastu vikuna leikt tríggjar dystir í Tallinn (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-08-14 09:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald