Týskvøldið vann EBS/Skála sera týdningarmikla og javna oddadystin á KÍ. Við frálíkum málið sendi Margunn Lindholm sítt lið sera tætt uppá sítt FM nummar 2.
Les og sí eisini:
EBS/Skála tevjar aftur gull
Tók kjansin og smekkaði til
- Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt
EBS/Skála er í dag á vitjan á Svangaskarði. B68, ið er næstniðast, skal royna at oyðileggja FM-veistluna hjá EBS/Skála, men tað verður sera trupult. Tað skal ein sigur til hjá toftakvinnum. Tær hava vunnið tveir teir seinastu dystirirnar, á ÍF/Víkingi og B36, men tað eru einastu sigrarnir hjá B68 í ár. EBS/Skála hevur vunnið teir tríggar innhýsis dystirnar í ár greitt.
Tað er sostatt sera nógv sum bendir á, at EBS/skála aftur kann lyfta steypið, sum staðfestir, at tær eru besta kvinnuliðið í landinum.
Við Djúpumýru dystast KÍ og HB um silvurheiðursmerki. Í Klaksvík irða tær seg um, at tær ikki koppaðu EBS/Skála týsdagin. KÍ er trý stig aftanfyri og hevur 19 mál verri í málúrtøku, so tað er so gott sum ógjørligt. HB hevur sama stigatal, men er bert fýra mál verri enn EBS/Skála. So tað letur seg gera, men nógv skal ganga væl fyri HB. Liðini hava leikt sera javnar dystir móti hvørjum øðrum í ár; ein sigur í part og ein javnleikur í Betri-deildini. Í hálvfinaluni í steypakappingini var HB omaná.
Í Sarpugerði spæla ÍF/Víkingur og B36 fyri at enda væl. B36 kann koma av aftasta plássinum.
Betri deildin kvinnur
20.umfar:
KÍ - HB
ÍF/Víkingur - B36
B68 - EBS/Skála
(Allir dystirnir byrja klokkan 12.30)
Støðan undna seinasta umfarið
1
|
|
19
|
15
|
2
|
2
|
73
|
14
|
+59
|
47
|
|
2
|
19
|
14
|
2
|
3
|
75
|
20
|
+55
|
44
|
||
3
|
19
|
14
|
2
|
3
|
56
|
18
|
+38
|
44
|
||
4
|
|
19
|
6
|
0
|
13
|
29
|
58
|
-29
|
18
|
|
5
|
19
|
2
|
2
|
15
|
19
|
80
|
-61
|
8
|
||
6
|
19
|
1
|
2
|
16
|
12
|
74
|
-62
|
5
|
(Talva: FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald