Fótbóltur

EBS/Skála spældi seg trygt í finaluna

Samanlagdi 9-2 sigurin á B36 ger, at EBS/Skála er í steypafinaluna triðja árið á rað.

Lea Lisberg, her í steypafinaluni í fjør, legði EBS/Skála á odda í Gundadali í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Lea Lisberg, her í steypafinaluni í fjør, legði EBS/Skála á odda í Gundadali í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-18 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvey árini hava EBS/Skála og HB spælt steypafinalu. Tað hevur verið undirhaldandi, spennandi og í báðum førum hevur EBS/Skála lyft steypið.

Hetta kann gerast veruleiki aftur í ár, hóast HB er favorittur hesaferð. Eftir at HB basti KÍ tíðliga í gjár, lat EBS/Skála ongan iva verða um, at liðið eisini ætlaði sær aftur í finaluna. 

EBS/Skála hevur júst verið til Champions League, og vann í gjárkvøldið 5-1 á B36. 

B36 - EBS/Skála 1-5 (0-1) 2-9 samanlagt

12'
0-1
 
Lea Lisberg
 
55'
0-2
 
Rúna Olsen
57'
0-3
 
Bjarta E. Djurhuus
71'
0-4
 
Bjarta E. Djurhuus
77'
0-5
 
Ansy Jakobsen
82'
1-5
Emma Hansdóttir
 

(FaroeSoccer)


Steypafinalan verður leikt 21. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder