Fótbóltur

EB/Streymur - Skála fluttur til klokkan 17: - Er ikki til at fata

Símun Samuelsen, høvuðsvenjari hjá AB, er alt annað enn nøgdur - á Skála undrar man seg yvir, at FSF hevur givið loyvi til hetta.

Skála og AB eru í tøttum niðurflytingarstríðið, men skulu ikki spæla sama tíðspunkt sunnudagin kortini - AB skal á vøllin í Fuglafirði tríggjar tímar, áðrenn tað verður bríkslað í gongd í Streymnesi (Mynd: Sverri Egholm)

Skála og AB eru í tøttum niðurflytingarstríðið, men skulu ikki spæla sama tíðspunkt sunnudagin kortini - AB skal á vøllin í Fuglafirði tríggjar tímar, áðrenn tað verður bríkslað í gongd í Streymnesi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-30 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kom FSF við kunning um, hvørjar tíðarásetingarnar til seinastu tvey umførini í Betrideildini eru. Í slíkum førum er umráðandi, at dystirnir ikki eru forskotinir hjá liðum sum kappast móti hvørjum øðrum.

Les eisini: Spæla seinasta umfar klokkan 14

Í skrivinum stóð millum annað: 

- Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næstseinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14, meðan hinir tríggir dystirnir næstsíðsta umfari floytast í gongd klokkan 15.

AB og Skála dystast um at sleppa undan niðurflyting. Argjamenn hava eitt stig fleiri men hava verri málúrttøku. Í gjárkvøldið klokkan 21.18 fekk AB fráboðan um, at liðið skal spæla tríggjar tímar áðrenn kappingarneytin skal sunnudagin. Nakað sum Símun Samuelsen, ið er heldur málleysur seinnapartin, undrast stórliga á:

- Hatta er ikki til at fata, sigur høvuðsvenjarin hjá AB, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til støðuna í løtuni, við Portalin.

[object Object]

Men hví byrjar dysturin millum EB/Streymur og Skála klokk 17 ístaðin fyri klokkan 14? Vit hava tosað við formannin hjá EB/Streymi:

- Vit hava fingið nakrar fyrispurningar frá fólki í bygdunum í nærumhvørvinum víðvíkjandi dystarásetingini, og um hon kann broytast. Orsøkin er, at í nógvum bygdum er minningarhald fyri teimum sjólætnu tíðliga seinnapartin, og tí hevur ynski verið at flutt dystin til seinni um dagin. Vit spurdu Kappingarnevndina hjá FSF um hetta bar til, og eg skal sláa fast, at vit ikki hava sett nakað krav fram - talan var bert um ein fyrispurning. Vit fingu so at vita í gjárkvøldið, at hetta ikki var nakar trupulleiki.

Fróði Reinert Petersen sigur, at allahalganna dagur er nakað serligt, men at hann skilur væl, at hetta ikki er optimalt, tí at AB og Skála eru í beinleiðis stríðið um at sleppa undan niðurflyting, men skulu nú ikki spæla samstundis. 

[object Object]Fróði Reinert Petersen eftir eina sáttmálaundirskrift (Mynd: EB/Streymur)

Men hvat so við at flyta dystin í Fuglafirði til klokkan 17 eisini? Hetta ber ikki til, tí at ljósviðurskiftini í Fløtugerði liva ikki upp til krøvini. Hetta var eisini orsøkin til, at dysturin varð lagdur longu klokkan 14 - so at tað ikki byrjar at skýma undir dystinum - og tí at ÍF spældi heimadyst móti B36 í Klaksvík mikukvøldið.

Formaðurin hjá Skála, Ingi Hansen, sigur, at støðan kann verða ein fyrimunur og ein vansi fyri Skála sunnudagin. Hann sigur við Portalin, at hann av tilvild fekk broytingina at vita í gjárkvøldið, og at felagið og hópurin síðani hevur fyrireikað seg uppá at spæla klokkan 17 ístaðin fyri klokkan 14 sunnudagin, og at roynt verður ikki at hava so nógv fokus á tí. Ingi Hansen heldur tó ikki, at framferðarhátturin er rættur: 

- Sjálvandi skal Fótbóltssambandið hugsa um tíðarrásetingarnar, tá so nógv er uppá spæl, og tað tykist løgið, at tíðspunktið fyri dystinum er broytt. Tó hava vit virðing fyri grundgevingini hjá EB/Streymi fyri at ynskja at broyta dystin.

[object Object]Ingi Hansen eftir eina sáttmálaundirskrift (Mynd: Skála Ítróttarfelag)


Vit arbeiða uppá at fáa eina viðmerking frá Kappingarnevndini hjá FSF.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder