Leygardagin 7. november er ársins seinasta umfar í fremstu deildini hjá monnum á skránni, og tað er nógv, ið bendir á, at FM-vinnarin verður funnin í Klaksvík.
Vanliga verða allir dystirnir í síðstu umførunum spældir samstundis, og hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at allir dystirnir í 27. umfari skulu setast í gongd klokkan 14.
Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næst seinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14, meðan hinir tríggir dystirnir næst síðsta umfari floytast í gongd klokkan 15.
26. umfar / Sunnudagin 1. november
EB/Streymur – Skála (kl. 14:00)
ÍF – AB (kl. 14:00)
NSÍ – KÍ (kl. 15:00)
Víkingur – B36 (kl. 15:00)
HB – TB (kl. 15:00)
27. umfar / Leygardagin 7. november
B36 – NSÍ (kl. 14:00)
KÍ – HB (kl. 14:00)
TB – Skála (kl. 14:00)
AB – EB/Streymur (kl. 14:00)
Víkingur – ÍF (kl. 14:00)
Støðan í Betri deildini
1. HB (64 stig) 24 dystir
2. NSÍ (57 stig) 24 dystir
3. KÍ (55 stig) 23 dystir
4. B36 (53 stig) 24 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 24 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald