Fyri stuttum var KÍ á venjingarlegu í Portugal, har liðið eisini luttók í Atlantic Cup - einari venjingarkapping á lutfalsliga høgum stigi.
Nú er hópurin hjá EB/Streymi farin suðureftir sum partur av fyrireikingunum til kappingarárið.
Farið varð til Málaga í gjár, og liðið skal vera í Andalusien í eina viku - hópurin kemur aftur hósdagin 22. februar. Sum skilst skal liðið úr Sundalagnum ikki spæla nakran venjingardyst men heldur leggja dent á venjingar.
Hópurin á flogvøllinum - útstrekking eftir venjing (Mynd: EB/Strreymur)
Sambært Facebook-síðu felagsins hevur liðið havt sína fyrru venjing í dag í góðum umstøðum.
Á myndunum frá venjingunum sæst millum annað ein spælari, sum í fjør og í 2022 spældi við B68. Talan er um Boubacar Dabo, sum helst heldur fram í føroyskum fótbólti.
Tað at kviki senegalbúgvin er á venjingarlegu saman við EB/Streymi er helst eitt tekin um, at tað er sannlíkt, at hann spælir við felagnum í 2024.
EB/Streymur hevur annars mist umráðandi spælarar sum Boga Reinert-Petersen, Dánjal Godtfred og Gutta Dahl-Olsen í vetur. Higartil hevur Jens Erik Bruhn skrivað sáttmála við felagið, men aðrir nýggir eru eisini ávegis - hetta vísti bolt.fo eisini á í gjár.
Millum mongu - fyri tað mesta - ungu føroysku spælararnir í hópinum sást eisini Boubacar Dabo (Mynd: EB/Streymur)
Venjara- og leiðaratoymi hjá EB/Streymi (Mynd: EB/Streymur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald