Fótbóltur

EB/Streymur gjørt sáttmála við Høgna Midjord

28-ára gamli miðvallarin verður nú aftur at síggja í Betri-deildini.

Mynd: ebstreymur.fo

Mynd: ebstreymur.fo

2019-02-25 22:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið ein leikara afturat í hópin. Talan er um 28 ára gamla sandoyingin Høgna Midjord.

Heimasíðan hjá EB/Streymi lýsir Høgna sum ein skjótan og tekniskt góðan leikara, ið kann røkja øll tey fremstu plássini á vøllinum.

Høgni hevur vant við EB/Streymi í vetur, og hann hevur leikt í øllum vinardystunum higartil. Álopskend leikarin er skrásettur fyri 121 dystir og 7 mál í Betri deildini á FaroeSoccer. Senastu tvey árini hevur hann spælt 24 dystir fyri næstbesta liðið hjá B36. Umframt barndómsfelagið hevur hann umboðað HB, FC Suðuroy, Skála og AB. Í hesum fýra feløgunum hevur talan tó bert verið um 30 dystir samanlagt.

Sáttmálin ímillum Høgna og EB/Streym hava gjørt ein eitt-ára sáttmála. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder