Fyrr í dag boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevur longt við sín liðformann. Andras Ólason Olsen hevur leingi verið fastur maður í miðverjuni hjá barndómsfelagnum og nærkast 200 dystum.
- 28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi í 2015 og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Higartil er tað blivi til 186 dystir og 16 mál hjá sterka miðverjanum.
Andras verður harvið eisini partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2024. Tað ger Bergur Jákupsson Poulsen eisini. Mánadagin kunngjørdi felagið, at Ársins Stjørnuskot á liðnum heldur fram.
Umframt hetta er tað hesa vikuna kunngjørt, at Virgar Jónsson hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Blaðungi vinstribakkurin hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í 2023.
- 17 ára gamli eiðismaðurin, hevur av álvara víst seg fram í ár. Í sínum 21 dystum fyri betrideildarliðið í ár hevur Virgar skotið tvey mál og gjørt tvey upplegg (...) Eisini hevur Virgar verði fastur maður á U19 landsliðnum í ár.
EB/Streymur endaði á 6. plássi í Betrideildini við 25 stigum. Liðið var ikki langt frá at spæla seg í steypafinaluna.
Fótbóltur
EB/Streymur hevur longt við liðformannin
28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi hevur spælt nærum 200 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Ungur og evnaríkur eiðismaður hevur eisini longt.
- 28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi í 2015 og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Higartil er tað blivi til 186 dystir og 16 mál hjá miðverjanum (Mynd: Sverri Egholm)
2023-12-07 19:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald