EB/Streymur hevur í vikuni kunngjørt tveir venjarar til kappingarárið 2023 - annan til næstbesta liðið og hin sum høvuðsungdómsvenjara.
- Sum liður í at menna ungdómsarbeiðið í felagnum, so hava vit í kvøld gjørt tvey ára sáttmála við Eliesar Olsen, sum kemur at verða høvuðsungdómsvenjari. Eliesar hevur verið í EB/Streymi fyrr, er búsitandi á Eiði og hevur børn í felagnum.
Hetta skrivaði EB/Streymur á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið.
33-ára gamli skálamaðurin var í 2015 høvuðsvenjari hjá besta mansliðið felagsins og var framanundan tí oddamaður á Skála, tá eitt ungt Skála-lið flutti uppaftur í bestu deildina í 2013. Seinastu tvey árini hevur Eliesar verið høvuðsungdómsvenjari hjá júst Skála, og hann var eisini hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í Runavík í 2017, har úrslitið millum annað var eitt steypagull.
Sostattt hevur Eliesar Olsen, hóast sín lutfalsliga unga aldur, nógvar venjararoyndir, og hann hevur eisini UEFA A-venjaraprógv og lesur hann í løtuni til lærarar, skrivar EB/Streymur.
Jan Dam heldur fram sum venjari hjá næstbesta manslandsliðnum - her saman við formanni felagsins (Mynd: EB/Streymur)
Fyrr í vikuni kundu tey í EB/Streymi eisini fegnast um, at Jan Dam hevur tikið avgerð um at leingja samstarvið við felagið.
- Jan kom til felagið við kappingarbyrjan í 2021 og fer tí undir triðja árið sum venjari á næstbesta liði felagsins. Komandi ár skal liðið leika í 1. deild, og tað verður við Jan við róðrið, at okkara leikarar skulu stríðast fyri at halda sær í deildini.
54-ára gamli havnarmaðurin og lið hansara eru fluttir upp úr 2. deild, og nú skal næsta stigið takast.
Fótbóltur
EB/Streymur hevur sett høvuðsungdómsvenjara og venjara til 1. deild
33-ára gamli skálamaðurin á Eiði, Eliesar Olsen, er aftur í felagnum, og Jan Dam heldur fram sum venjari hjá næstbesta liðnum.
Fróði Reinert Petersen og Eliesar Olsen (Mynd: EB/Streymur(
2022-11-03 11:29
- Vit hava fleiri evnaríkar ungar leikarar á veg upp, og við drúgvu royndunum hjá Jan í føroyskum fótbólti, serliga innan ungdómin, so ivast vit ikki í, at framhaldandi menningin av hesum komandi stjørnum er í tryggum hondum.
Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv í 2023, skrivar EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald