EB/Streymur hevur í vetur millum annað mist Boga Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred, ið vóru profilar á sentrala miðvøllinum í fjør.
Rógvi Egilstoft Nielsen verður nú helst meira fast á miðvøllinum, og nú stutt áðrenn kappingarbyrjan hevur EB/Streymur kunngjørt tveir nýggjar sentralar miðvallarar.
Tann eini er kendur í felagnum: Eftir eitt ár við FC Hoyvík í 1. deild er Rói Olsen aftur í EB/Streymi. 27-ára gamli víkarmaðurin hevur spælt 168 dystir fyri besta lið felagsins.
20-ára gamli Emil Weihe Joensen hevur spælt trý ár í bestu deildini: Í 2021 við ÍF, Í 2022 á Skála og í fjør við B36, har havnarmaðurin gjørdist ársins stjørnuskot. Samanlagt hevur Emil 66 dystir og 6 mál í Betrideildini.
EB/Streymur spælir klokkan 18.30 á Skála í 1. umfari.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald