
EB/Streymur hevur gjørt avtalu við KÍ um at leiga unga og evnaríka áleyparan, Aksel B. Danielsen, fyri tað, sum er eftir av kappingini. Hetta skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi í morgun.
19-ára gamli leikarin hevur verið á vøllinum tvær ferðir í Betri-deildini hetta kappingarárið í tilsamans sjey minuttir. Aksel Danielsen kom inn á Argjum fyrr í ár, og skoraði í 2-0 sigrinum hjá KÍ.
Aksel hevur tilsamans leikt 8 dystir á besta liðnum hjá KÍ. Á næstbesta liðnum hevur hann gjørt um seg seinastu árini. Hartarbeiðandi áleyparin hevur leikt 59 dystir í 1. deild og skorað 30 mál
Í landsliðshøpi hevur Aksel umboðað Føroyar á U17 og U19 landsliðnum.
Eitt heldur serstakt við skiftinum er, at Aksel Danielsen kemur at spæla saman við eldra beiggjanum Ragnari B. Danielsen, sum hevur verið í felagnum síðani 2015. Elsti beiggin, Niels Pauli Danielsen, ið nú er á Skála, spældi eisini fleiri ár í EB/Streymi. Hann spældi 128 dystir fyri felagið, og var m.a. fastur maður á FM-liðinum í 2012.
Og pápin, sum er fyrrverandi áleyparin Olgar Danielsen, var í fleiri ár knýttur at EB/Streymi í ymiskum venjaraleiklutum.
Aksel vandi fyri fyrstu ferð saman við liðfeløgunum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald