Fótbóltur

Effektiviteturin á muni í klassikaranum

Jóannes Bjartalíð, Kristian Joensen og Torbjørn Grytten vórðu avgerandi leikararnir hjá KÍ, tá HB varð sent heim við ongum stigi og fánandi FM-vónum.

Tróndur Jensen og HB spældu væl, men fingu einki burturúr ímóti KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tróndur Jensen og HB spældu væl, men fingu einki burturúr ímóti KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-02 00:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltslagið í Klaksvík er sera gott. Undan dystinum í dag hevði KÍ ikki vunnið á HB síðani 1. umfar í fjør og ikki við Djúpumýru síðani í mai í 2017. Seinastu seks dystirnar eru endaðir við fýra HB sigrum og tveimum javnleikum. Liðið hjá Heimiri Guðjónssyni spældi seg víðari úr hálvfinalunum í steypakappingini móti KÍ, ið bert  hevði skorað eitt mál móti HB á heimavølli seinastu fimm dystirnar.

Sí eisini: Myndir: KÍ -HB

Tað kom skjótt hol á hjá teimum í bláum og hvítum í dag. Simen Sandmæl var við aftur hjá KÍ, og norðmaðurin fekk eftir 12 minuttir bóltin í høgru síðu, har hann spældi í dag. Simen tók eitt gott trekk og legði væl inn í brotsteign, har Jóannes Bjartalíð var ísakaldur. 

[object Object]Simen Sandmæl gjørdi mun, tá hann var á vøllinum í 1. hálvleiki 

HB hevði annars størri og fleiri møguleikarnar fyri steðgin, hóast KÍ eisini hevði góðar støður. Ísak Simonsen var nær við at gera sjálvmál, tá hann skuldi rudda vekk, men bólturin rakti tvørtræðið. Eftir 1-0 málið drønstútaði Lasse Andersen gott frísparksinnglegg frá Adrian Justinussen á tvørtræðið, og stutt fyri hálvleik slapp fyrriverandi KÍ-leikarin Hørður Askham ótarnaður at stúta eftir horna, men Kristian Joensen vippaði væl uppum.

[object Object]
(Tveir stútarar vóru sera nær við at tryggja HB útjavnandi málið í 1. hálvleiki, men KÍ var omaná, tá samanumkom í dag) 

Seinasta vikuskifti skoraði Adrian Justinussen hattrick í týdningarmikla dystinum móti Víkingi. Um hetta ikki var ávaring nokk hjá KÍ skeyt ársins leikari í fjør stutt framvið, tá hann tíð og pláss at royna seg við langskoti stutt inn í 2. hálvleik. Í 53. minutti smekkaði Adrian til úr smáum 30 metrum, og bólturin fór við øðiligari ferð umvegis tvørtræðið í netmeskarnar.

[object Object](HB'arnir fegnaðust stutt eftir hálvleik eftir frálíka skotið há Adriani)

HB hevði av álvara yvirtakið og spældi góðan fótbólt, og Sebastian Pingel rakti uttarsíðuna á stongina, tá hann royndi seg úr spískum, eftir at hann var komin ígjøgnum í vinstru. Annars helt KÍ fast, og so varð Torbjørn Grytten sendir á vøllin. Kviki norski áleyparin hevur ikki spælt vegna skaða seinasta mánaðin, men miðskeiðis í 2. hálvleiki sendi innskifti Boris Dosljak 9'aran avstað, og júst sum hann kom inn í brotsteign og kom á bóltin, varð hann feldur av Teiti Gestssyni. Bjartalíð var tryggur úr ellivu metrum, og so hevði Kí aftur leiðsluna.

[object Object](2-1 til KÍ við Djúpumýru)

Næstu løtuna hevði KÍ tamarhald á. HB royndi at trýst, og størsti møguleikin at javna kom, eftir at eitt skot rakti albogan á vælleikandi liðformanninum hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, tá hann kom fyri enn eitt skot. Adrian fekk møguleikan at skora úr ellivu metrum annað vikuskifti á rað, men Kristian Joensen las hann av og bjargaði væl. 

[object Object]

Ístaðin økti heimaliðið. Bjartalíð snittaði bóltin til Grytten, ið hevði pláss at renna inn í brotsteigin og trygt framvið Teiti. 3-1 og so var stóru fagnaður við Djúpumýru

[object Object] 
[object Object]

Úrslitið hevur við sær, at KÍ framvegis er væl við í FM-stríðnum. Tveir dystir eru eftir móti NSÍ og seinasta umfar er B36, ið eisini er frammanfyri í løtuni, á skránni. Simen Sandmæl er við aftur og Deni Pavlovic kemur við aftur, so eftir tvey vónbrot á heimavøll fyrr í mánaðinum var talan um stórt úrslit fyri KÍ. Fyri HB var hetta helst seinasti møguleiki at koma heilt inn í FM-stríðið, og nú verður bitin helst ov tungur at svølgja hjá føroyameistarunum, ið hava steypafinaluna at dúa uppá. Níggju stig eru upp til 1. plássið, og sjey og fýra til ávíkavist NSÍ og B36, ið hava ein dyst færri.

KÍ - HB 3-1 (1-0)
13' Jóannes Bjartalíð 1-0
53' Adrian Justinussen 1-1
68' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1
84' Torbjørn Grytten 3-1


KÍ: Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Simen Sandmæl (46' Boris Dosljak), Semir Hadzibulic, Jákup Biskopstø, Magnus Stamnestrø (66' Torbjørn Grytten) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (88' Páll Klettskarð)

HB: Teitur Matras Gestsson - Hørður Askham, Bartal Wardum (82' Dan í Soylu), Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson (L) (71'Daniel Johansen) , Pætur J. Petersen (66' Símun Samuelsen) - René Shaki Joensen, Sebastian Pingel


B36 - Skála 1-0 (0-0)
66' Alex Mellemgaard (br.) 1-0

TB - AB 0-1 (0-0)
86' Rógvi Poulsen 0-1

Víkingur - ÍF 3-2 (1-2)
24' Jan Ellingsgaard 0-1
35' Adeshina Lawal 1-1
39' Dávid Langgaard 1-2
47' Bogi Renert Petersen 2-2
72' Vukasin Tomic 3-2

NSÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
4' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
16' Pól Jóhannus Justinussen 2-0
72' Bárður Hansen 3-0


Støðan:
1. B36 (50 stig) 21 dystir
2. NSÍ (48 stig) 20 dystir
3. KÍ (45 stig) 20 dystir
4. HB (41 stig) 21 dystir
5. Víkingur (41 stig) 21 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 21 dystir
8. AB (14 stig) 21 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 21 dystir
10. ÍF (6 stig) 21 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder