Fótbóltur

eFótbóltur: Allir finalistarnir funnir

Leygardagin skulu vinnararnir í báðum aldursbólkunum finnast. Hjá teimum eldri eru landsliðspláss eisini uppá spæl.

Ronnie Korsager Davidsen, vinnarin hjá teimum eldru í Havn týsdagin (Mynd: FSF)

Ronnie Korsager Davidsen, vinnarin hjá teimum eldru í Havn týsdagin (Mynd: FSF)

2019-11-28 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ronnie Korsager Davidsen vann hjá teimum eldru, meðan Martin Heldarskrð vann hjá teimum yngru, tá seinna innleiðandi umfar í eFótbóltskappingini varð spælt í Telebúðini í miðbýnum í Havn týsdag. Hetta skrivar fsf.fo

Talan var um seinna innleiðandi umfar í nýggju eFótbóltskappingini, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri.

Í yngra aldursbólkinum, sum er 15 ár og yngri, komu Gabriel N. Petersen, Atli Falkvard og Niklas Gaard í finaluna saman við Martini. Hjá teimum eldru, 16 ár og eldri vóru tað, umframt Ronnie K. Davidsen, Birgir Nielsen, Hávarður Christiansen og Virgar Trondesen, sum spældu seg í finaluna.

[object Object]
Martin Heldarskarð, vinnarin hjá teimum yngru (Mynd: FSF)

Farna leygardag varð fyrra innleiðandi umfar spælt í Telebúðini í Saltangará. Í kappingini fyri teir eldru vóru tað Heðin Egholm Skov, Ingolf Tvørfoss, Áron Sørensen og Høgni Øssurson, sum spældu seg víðari til finaluumfarið.

Í kappingini fyri teir yngru vóru tað Jonn Mortensen, Sámuel Johansen, Beinir Grønagarð og Brian Grønagarð, ið tryggjaðu sær pláss í finaluni.

Finaluumfarið verður leygardagin 30. november í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í báðum aldursbólkum verður spælt um føroyameistaraheitið, umframt at teir eldru eisini spæla um eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, sum komandi ár skal taka lut í UEFA EURO 2020-undankappingini. Fyrstu dystirnir í finaluumfarinum byrja klokkan 17:00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder