
HB javnaði í yvirtíðini móti KÍ í gjár, og harvið kundi NSÍ í dag nærkast oddaliðnum aftur, tá seinasti dystur í 10. umfari í fremstu mansdeildini var á skránni.
Hetta gjørdi liðið hjá Jens Wedeborg eisini við manér.
FC Suðuroy helt spenninginum í dystinum við máli til 1-2 seint í 1. hálvleiki - sum Olivur Renéson Thomsen skoraði - men í 2. hálvleiki fór NSÍ-maskinan av álvara í gongd.
Brandur Hendriksson Olsen fekk sítt frísparksmál nummar fimm í ár - eit heilt vakurt av slagnum. Skálvíkingurin var ein av trimum NSÍ'arum, sum gjørdist tvífaldur málskjútti: Hin báðir vóru Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen - menninir við ávikavist flest málstigum og flest málum í Betrideildini.
Álopskendi vinstri bakkurin Fabien Ness bjóðaði seg eisini til við flottum máli, og NSÍ nærkast 50 málum, nú tíggju umfør eru farin.
Nú kemur ein skrá hjá NSÍ, sum eitur HB, KÍ, B36 og Víkingur. Her skal liðið spæla upp til sítt høga stig fyri at vera heilt væl við í oddastríðnum og møguliga vera í odda.
Tað var ikki nóg gott hjá FC Suðuroy eftir steðgin í dag. Liðið hjá Pól Thorsteinsson hevur eisini fleiri torførar uppgávur næstu vikurnar.
Úrslit í 10. umfari
Í dag, leygardagin 17. mai
FC Suðuroy - NSÍ 1-7 (1-2)
21' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
31' Petur Knudsen 0-2
39' Olivur Renéson Thomsen 1-2
48' Petur Knudsen 1-3
56' Fabian Østigåard Ness 1-4
62' Klæmint Andrasson Olsen 1-5
76' Brandur Hendriksson Olsen 1-6
85' Brandur Hendriksson Olsen 1-7
Í gjár, fríggjadagin 16. mai
EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-2)
13' Boubacar Sidik Dabo 1-0
38' Jørgen Nielsen 1-1
40' Jónatan Lervig 1-2
07 Vestur - TB 5-0 (4-0)
8' Mikkel Elbæk Jakobsen 1-0
23' Jonathan Timothy Flensborg 2-0
26' Jonathan Tmothy Flensborg 3-0
33' Mikkel Hyllegaard 4-0
70' Filipi Drinic 5-0
B68 - B36 1-2 (0-0
53' Sebastian Lau Nielsen 1-0
71' Mattias Hellisdal 1-1
80' Fríði í Túni Petersen 2-1
HB - KÍ 1-1 (0-1)
17' Patrik Johannesen 0-1
90+3 Sammy Solitaire Skytte 1-1
Støðan:
1. KÍ 28 stig
2. NSÍ 27 stig
3. HB 19 stig
4. B36 16 stig
5. Víkingur 14 stig
6. EB/Streymur 13 stig
7. B68 11 stig
8. FC Suðuroy 6 stig
9. TB 6 stig
10. 07 Vestur 4 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald