Seinastu bólkaspælsdystirnir vórðu spældir í gjárkvøldið og í nátt: Bellingham og Kane fingu avgjørdu tingini í 2. hálvleiki fyri Ongland, Kroatia gjørdi sítt, Portugal og Kolumbia spældu málleysan javnleik í Miami (síðstnevnda liðið var betri), Algeria og Eysturríki spældu 3-3 (bæði komu víðari), og har Lionel Messi sjálvandi aftur skoraði fyri Argentina: Hetta við frísparksmáli móti Jordan, eftir at HM-toppskjúttin var skiftur inn á vøllin í 2. hálvleiki.
![]()
Vakurt frísparksmál hjá nummar 10: Hansara sætta mál í trimum dystum í hesum endaspælinum - og nummar 19 samanlagt hjá Lionel Messi í HM.høpi (Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters/Ritzau Scanpix)
Frá í kvøld og til og við leygarkvøldið fram verða 16 teir fyrstu røkkstøkkdystirnir í HM-endaspælinum 2026 spældir.
Yvirlitið sæst niðast
Hetta er fyrstu ferð í HM-søguni, at 1/16-finalur eru á skránni. Tað kemst av, at 48 lið eru við á fyrsta sinni. Eftir tær koma áttandapartsfinalurnar (1/-8 finalur)
Tað er eisini serstakt, at 90 prosent av afrikansku londunum eru víðari. Talan er um níggju av teimum tíggju, sum spældu seg til HM. Tunesia hevði eitt vánaligt endaspæl og er einasta afrikanska liðið, sum er úti.
Nógvir spennandi dystir eru á pappírinum - millum annað Brasilia - Japan og Niðurlond - Marokko, men kanska Kroatia - Portugal, sum byrjar 00.00 fríggjadagin 3. juli, er besta 1/16-finalan á pappírinum.
Norðurlendsku liðini spæla týskvøldið. Hjá Noreg verður mest sannlítk talan um opnan og spennandi dyst móti Fílabeinsstrondini, meðan Frakland er stórfvorittur móti Svøríki.
Hesir trý'ararnir vóru ov stuttir at røkka røkkstøkkumfarinum: Iran, Suðurkorea, Skotland og Uruguay
1/16-finalurnar í HM2026:
Sunnudagin 28. juni
20.00: Suðurafrika - Kanada (Los Angeles, USA)
Mánadagin 29. juni
18.00: Brasilia - Japan (Houston, USA)
21.30: Týskland - Paraguay (Foxborough, USA)
Týsdagin 30. juni
02.00: Niðurlond - Marokko (Guadalupe, Mexico)
18.00: Fílabeinsstrondin - Noreg (Arlington, USA)
22.00: Frakland - Svøríki (New Jersey, USA)
Mikudagin 1. juli
02.00: Meksiko - Ekvador (Mexico City, Mexico)
17.00: England - DR Congo (Atlanta, USA)
21.00: Belgia - Senegal (Seattle, USA)
Hósdagin 2. juli
01.00: USA - Bosnia-Herzegovina (Santa Clara, USA)
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)
Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)
19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)
Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)
Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald