placeholder
Hondbóltur

Eftir sveisiskan stórsigur: Føroyar skulu hava minst eitt stig móti Slovenia

Montenegro megnaði ikki nógv og sá út til at vera langt frá einum EM-liði í 2. hálvleiki. Sveis vann við heili 17 málum og legði trýst á Føroyar undan seinasta dystinum.

Ógvuliga tætt millum Sveis og Føroyar - bert eitt mál - undan føroyska dystinum móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)

Ógvuliga tætt millum Sveis og Føroyar - bert eitt mál - undan føroyska dystinum móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-20 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Olso, Noreg (Portalurin): Tað er júst vorið væl truplari hjá føroyingum at sleppa til Malmö at spæla miðumfar.

Montenegro megnaði als ikki at fylgja við Sveis í 2. hálvleiki. Tað sást týðliga, hvat lið hevði nakað at spæla fyri. Og Montenegro sá ikki út sum eitt lið, ið hoyrdi heima her - ella tímdi at vera her.

[object Object]
Heili 18 mál á muni (Mynd: EPA)

Sveis skuldi vinna við minst 16 málum, fyri at yvirhála Føroyar áðrenn dystin hjá Føroyum. Munurin lá um 15 mál í nógvum av minuttunum nakað út á 2. hálvleik, og tað endaðu við at vera 17 mál á muni.

Harvið liggur Sveis í løtuni til at koma víðari til miðumfarið. Føroyar skulu vinna ella spæla javnleik móti Slovenia fyri at yvirhála.

Seinasta umfar í bólkinum - týsdagin 20. januar:
Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)
19.30: Føroyar - Slovenia

Støðan í bólki D - tvey lið koma víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+13)
4. Montenegro 0 stig - úti *

* Ein dyst fleiri 

Tvey lið koma víðari. 

[object Object]
Føroysku spælararnir fingu onga hjálp frá Montenegro - ein stór sinnislig avbjóðing hjá føroysku spælarunum undan stóru avbjóðingini móti Slovenia (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder