Fótbóltur

Eilif Arge steypið til Skála

Við tryggum 3-0 sigri á B36, vann Skála steypafinaluna hjá U16 gentum. Sara Benjaminsen, ið gjørdi tvey, og Bjørk Mariusardóttir skoraðu málini.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2023-10-06 23:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Við tveimum málum frá Saru Benjaminsen, og einum mali frá Bjørk Mariusardóttir, vann Skála fríggjakvøldið kappingina um Eilif Arge steypið, sum er steypakappingin fyri U16 Gentur.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru tær appelsingulu neyvari.

Tá eitt lítið korter var spælt legði Sara Benjaminsen Skála á odda 1-0, og átta minuttir inn í seinna hálvleik økti Bjørk Mariusardóttir um leiðsluna.

Eftir hetta høvdu skálagenturnar tamarhald á dystinum og leikgongdini, og í síðstu sekundunum slerdu tær 3-0 sigurin fastan, tá dagsins spælari, Sara Benjaminsen royndi seg við góðum skoti, sum endaði í netinum.

Leygardagin eru fimm finalur á skránni. Lagt verður fyri við finaluni um Solarsteypið, sum er kappingin fyri U13 Dreingir, og síðan verður spælt mest sum uttan íhald til klokkan 19:15, tá kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ fara á vøllin.

Leygardagin 7. oktober
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)

Tað er ókeypis atgongd til finalurnar hjá teimum yngru. Atgongumerki til finaluna hjá kvinnum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Finalan um Thomas Dam Intersport steypið (U21) er útsett til fríggjadagin 3. november klokkan 18:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder