Opatija, Kroatia (Portalurin) - Leygarkvøldið feldu Føroyar Svøríki í avgerandi dystinum í bólkaspælinum. Nú seinnapartin er fyrsti dysturin í HM-meginumfarinum á skránni, og talan er um enn eitt mótstøðulið, sum er ein evropeiskur hondbóltsrisi.
Svøríki endaði við silvurheiðursmerkjum til HM-endaspælið í fjør, og Týskland fekk bronsu. Tað er ein hugsan um, at týskararnir helst eru líka sterkari enn sviar beint nú. Týskland vann allar dystirnar í sínum bólki sannførandi.
Óli Mittún og hinir eru greiðir yvir, at talan verður um sera sterka mótsstøðu. Tó vita teir í føroysku leguni eisini, at um man fær loyst nøkur ting heilt væl og rakt dagin rætt, so ber hetta eisini til.
Sí eisini: Óli Mittún: - Vit hava hundrað prosent ein møguleika
![]()
Óli Mittún gjørdi bart móti Svøríki - serliga við 17 málum. Hoyvíkingurin skal aftur vísa høgt stig seinnapartin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)![]()
Mongu føroysku áskoðarnir gjørdu sanniliga eisini sítt móti Svøríki og fara helst at hoyrast væl og virðiliga í dag eisini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Av tí at Føroyar ikki fingu nakað stig við sær til meginumfarið - vegna tapið fyri Iran - so er ein sigur á Týsklandi næstan eitt krav. Annars skal hjálp til frá Saudiarbaia, sum spælir móti Iran í kvøld.
Spælararnir hava síðani Svøríki-dystin fingið armarnar niður aftur, hava hvílt og so hava venjararnir eisini fyrireika ungu menninir uppá, hvat teir nú eru uppi ímóti, og hvat skal fremjast í dag. Lagið tykist vera heilt gott, og huglagið rímiliga "lætt" - hetta vísir videobrotið beint niðanfyri eisini.
Sí eisini:
Video: Danskur stílur og krúllikrem - sløvir og skemtiligir menn
Myndir: Nærkast av álvara til brakið móti Týsklandi
Dysturin í dag byrjar 16 og kann stroymast her. Portalurin verður eisini til staðar og hevur ymiskt tilfar.
![]()
![]()
Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen hava nú roynt at fyrireika ungu menninir uppá uppgávuna móti Týsklandi (Myndir: Egin Tollaksson Kass)
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag Mánadagin, 7. august
16:00 Týskland - Føroyar
18:00 Iran - Saudiarabia
Týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran
Allar tíðir eru føroyskar
Støðan - eftir hvørji stig liðini hava við:
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Føroyar 0 stig
Saudiarabia 0 stig
Tvey tey ovastu liðini eftir næstu tveir dystirnar fara til fjórðingsfinalurnar - hini skulu spæla um 9-16 plássini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald