Hondbóltur

Ein øðrvísi venjingardagur

Besta mansliðið hjá Neistanum var í góðveðrinum í dag ein túr við teinæringinum í Nólsoy.

2020-01-04 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú landskappingin í hondbólti liggur still, eru lið sum royna at venja og brynja seg til kappingin fer í gongd aftur, og steypavinnari og meistari skal finnast.

Besta liðið hjá Neistanum hevði í dag ein eitt sindur øðrvísi dag. Í góðveðrinum vóru á ferð við teinæringinum Royði, og róðu út til Nólsoyar.

[object Object]

Í Nólsoy stóð Maud Wang Hansen fyri við suppu og øðrum góðum áðrenn kósin varð sett móti Havnini aftur.

Komið varð aftur á Havnina tíðliga seinnapartin og tá stóðu aðrar avbjóðingar fyri leikarunum. Millum annað spurnarkappingar, at gera bestu lagkøku, yoga og annað.

[object Object]

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder