- Hetta var ómenniskjaliga hart. Tað var gott, at eg ikki hevði roynt brekkuna fyrr, tí tað kendist sum hon ongan enda hevði.
Soleiðis segði ein lúgvað men errin Maria Svabo Hansen, tá hon kempaði seg um mállinjuna ovast uppi á Gibraltar.
Ovurfegin um at hava klárað at koma í mál, tí tað vóru nógvar kvinnur í kappingini í dag, sum ikki gjørdu tað, og góvu upp.
Men allar føroysku gjørdu tað.
Mest suveren av teimum føroysku var okkara gullvinnari í triathol, Súsanna Skylv Sørensen, sum kom í mál sum nummar fimm.
Meðan hinar, sum vóru komnar á mál, nærmast máttu fáa lívbjargandi fyrstuhjálp, var Súsanna óvanliga frísk og óávirkað.
Tá ein official spurdi hana um hon hevur brúk fyri hjálp, svaraði hon:
”No thanks, I’m totally fresh”.
Ketan glapp av
- Uff, eg misti ketuna í eini undanbrekku, har eg skuldi brúka ferðina til at koma niðan ta næstu á tí langa strekkinum á eystursíðuni. Eg misti heilt nógv sekund har, vónandi fáa hesi sekundini ikki týdning í einum møguligum heiðursmerki, segði Súsanna tá hon í mál og ikki kendi úrslitið enn.
Tá úrslitið kom, hevði hon tað kortini OK við tí.
- Eg hevði kunnað verið nummar fýra um ketan ikki glapp av. Eg hevði ikki klárað triðja pláss allíkavæl, so tað er líkamikið.
Unga Elsa Berg kláraði seg næstbest av føroysku kvinnunum.
- Hetta var øgiliga hart – nógv harðari enn tær føroysku brekkurnar. Vit hava vant nógv á Sornfelli og niðan úr Norðradali, og tað hevur hjálpt. Hetta var bara verri, tí tað vóru ikki so nógv sving – bara nógv brattari brekkur.
Maria Svabo Hansen hevur sína grundvenjing frá túrunum, hon hevur gjørt til Paris við Team Rynkeby – tvær ferðir sjálv og eina ferð sum hjálpari á tvísúkklu hjá Una Rasmussen.
- Hetta var at koyra múrin í Huy í Belgia, bara nógv, nógv longri. Hetta var heilt óluksáliga hart, men eg eri ein errin kvinna í kvøld, at hava megnað hetta, segði Maria Svabo Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald