Oyggjaleikir 2019

Ein perfektur endi á oyggjaleikunum

20 minuttir eftir, at Maria Biskopstø lá útlúgvað eftir 800 metra renningina, rann hon bronsu heim til Føroyar í 4x400 metrum.

Maria Biskopstø í mál

Maria Biskopstø í mál

2019-07-12 16:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frælsi ítrótturin fekk ein enda, sum næstan kundi verið skrivaður til ein film.

Tað var tá Maria Biskopstø rann seinasta strekkið í 4x400 metrum fyri kvinnur og tryggjaði bronsuheiðursmerki í høðrum stríði við tvær aðrar kvinnur.

Bert 20 minuttir frammanundan var scenan ein onnur. Sama Maria rann 800 metrar, royndi eftir bronsuni, men orkaði ikki teir seinastu 60 metrarnar, og misti bæði triðja og fjórða plássið.

Hon var heilt útlúgvað og mátti hjálpast á føtur aftur. Men hon kom fyri seg aftur og rann 400 stafettina heim.

Niels Jákup Jakobsen ein av leiðarunum í frælsum ítrótti ásannaði, at teir kanska høvdu gjørt ein brølara við at seta Mariu at renna seinasta teinin.

- Rebekka Fuglø er kanska tann sterkasta, men hon hevur verið við í so nógvum kappingum, at vit tordu ikki at seta hana á liðið, segði Niels Jákup.

Men tað vísti ikki at vera eitt mistak kortini.

Alda S. Lamhauge rann fyrstu 400 metrarnar og kom í mál millum tær aftastu, tá hon gav stafettina víðari til Margit Fríðmundsdóttir, sum í eini sterkari byrjan tók tvær aftur og vann upp á fimta pláss áðrenn Oddvør Josephsen fekk stafettia.

Oddvør rann kanska skjótast av øllum, hon kempaði seg upp á eitt triðja pláss við góðari margin niður til nummar fýra áðrenn hon leveraði víðari til Mariu Biskopstø.

Og hon hevði fingið ferðina aftur í beinini. Hon helt triðja plássinum allan vegin í mál, hóast Suðuroyggjar og Ynys Mon nærkaðust í stórum.

- Tíbetur kláraði eg at restutuera meg. Eg vildi ikki svíkja hinar genturnar, og tíbetur kláraði eg tað. Ein perfektur endi á oyggjaleikunum, segði Maria Biskopstøð eftir kappingina.

Manoy vann kappingina í tíðini 3:54,01, nr. 2 gjørdist Orknoyggjar 3:58,34 og føroyska bronsutíðin var 4:02,60

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder