Fótbóltur

Ein rúgva av nýggjum leikarum í landsliðshópinum

Bárður á Reynatrøð, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Stefan Radosavljevic, Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen eru á fyrsta sinni úttiknir til A-landsdystir.

Bárður á Reynatrøð og Noah Mneney (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Reynatrøð og Noah Mneney (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-31 10:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin til venjingardystirnar í Kekkia og Kosovo í november er júst kunngjørdur.

Merkisvert er, at nógv nýggj nøvn eru á listanum hjá Håkani Ericson og toymi hansara.

Greitt er millum annað, at Bárður á Reynatrøð, Noah Hans Mneney, Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chukwudi, Stefan Radosavljevic, Martin Agnarsson og Jann Julin Benjaminsen allir eru úttiknir.

Tað hava hesir sjey ikki verið fyrr. Noah Mneney var tó í hópinum til dystin móti Turkalandi seinast. Víkinga-leikarin var innkallaður, eftir at Hallur Hansson varð skaddur.

Talan er í stóran mun um ein ungan hóp, har nakrir royndir leikarar, ið eru nakað darvaðir av skaða, ikki eru við.

Hópurin - 24 mans - sæst her: 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heðin Hansen, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gillioise (Belgia)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Rene Shaki Joensen, KÍ
Stefan Radosavljevic, HB
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder