Eingin Betrideildarfótbóltur er hetta vikuskifti. Hesaferð eru tað ikki veðrið ella landsliðsfótbóltur, sum órógva - tað er fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið.
Fýra áttandapartsfinalur verða spældar í dag, og fýra eru eisini á skránni í morgin. Talan er um øll møgulig sløg av dystum: Tvær "topp-fýra uppgerðir", dystir millum lið í Betrideildini, sum vanliga eru tøtt, Betrideildarlið móti liðið úr 1. deild ella 2. deild, ein innanhýsis 1. deildaruppgerð og ein millum lið úr 1. deild og lið úr 2. deild.
Tveir dystir í kvøld byrja klokkan 18, har tann eini Víkingur - HB, og tveir byrja eisini klokkan 19. Í morgin verður steypafótbóltur í samanlagt fimm tímar (+), har endað verður í Gundadali.
Portalurin fylgir gongdini í dystinum við dagføringum á forsíðu okkara í samstarv við dystir.fo. Eisini gera vit yvirlit, umframt at vit hava myndir, samrøður og meira nágreiniligar dystarfrásagnir frá summum dystum. Í kvøld vera vit í Sarpugerði, har steypavinnararnir taka ímóti HB.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, fríggjadagin 21. apríl
18.00:
Víkingur - HB
NSÍ - MB
19.00:
FC Hoyvík - EB/Streymur
Skála - B71
Í morgin, leygardagin 22. apríl
15.00:
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: AB - FC Suðuroy
18.00: B36 - KÍ
Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinaluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald