2021-05-15 22:51
Føroyska stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í IK Sävehof eru ein dyst frá at vinna svenska meistaraheitið.
Fyrstu finaluna vann IK Sävehof aftaná tvær ferðir longda leiktíð við úrslitinum 38-37. Onnur finalan, sum varð leikt á útivølli í Skövde Arena í kvøld vann IK Sävehof trygt 32-22. Hálvleiksstøðan var 17-11.
Týsdagin verður triðja og møguliga avgerandi finalan leikt á heimavølli hjá Sävehof í Partille. Eins og í Føroyum verður skipanin við best av fimm dystunum brúkt til at avgerða meistaheitið. Vinnur Sävehof týsdagin, hava vit ein føroyskan SM-vinnara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald