H71 spældi í kvøld fyrra dystin í European Cup móti HB Dudelange úr Luksemborg.
Tað kann ganga skjótt fyri seg í hondbólti, og tá steðgur var í Hoyvíkshøllini vóru gestirnir á odda við seks málum og lítið sum bendi á, at H71 fór at vinna dystin. Hetta bleiv tó vent í seinna hálvleiki tá Halsdóttir Weyhe systranar og hinar hoyvíkskvinnurnar veruliga komu fyri seg.
H71 endaði við at vinna við trimum málum og hevur gott útgangsstøði til seinna og avgerandi dystin í annaðkvøld. Í slíkum kappingum snýr tað seg um at vinna samanlagt yvir tveir dystir.
H71 og HB Dudelange spæla aftur í annaðkvøld klokkan 19. Dysturin kann keypast fyri 79 krónur á Portal Play. Dysturin er ikki partur av vanliga hondbóltshaldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald