Um eina viku, hósdagin 13. januar, fer EM-endaspælið í manshondbólti eftir ætlan í gongd í Ungarn og Slovakia. Tað hevur tó verið eitt sindur av ivamáli hesa síðstu vikuna, tí so nógvir hópar eru so hart raktir av koronusmittu, umframt at skaðar og annað eisini ávirkað.
Illa stendur til hjá Týsklandi, sum umframt koronu, hevur nakrir leikarar skaddar og nakrar, sum hava givið avboð av persónligum ávum. Hjá Portugal, ið hevur tikið seg nógv fram seinastu árini, eru nógvir skaðar - millum annað eru sterku Luis Frade og Andre Gomes ikki tøkir til endaspæli.
Noreg er higartil sloppið undan koronusmittu og valdi at avlýsa ætlaða venjingardystin í Danmark í kvøld, tí mett varð, at ov stórur vandi er fyri smittu - Jannick Green fekk staðfest koronu mánadagin men spælt verður møguliga leygardagin. Tó er tað ein stórur smeitur at ógvuliga dugnaligu bakspælararnir úr Flensburg-Handewitt, Magnus Abelvik Rød og Gøran Søgaard Johannessen, eru so mikið skaddir, at teir ikki eru tøkir. Hetta ger, at uppaftur meira hongur á Sander Sagosen.
Sagosen hevur framvegis góðar viðleikarar í bakketuni, men bæði fyri góðsku - og serliga breiddina - er talan um stóran smeit. Verri stendur tó til hjá Fraklandi (Mynd: EPA)
Tvey av hinum liðunum, ið eru væntað at í minsta lagi bjóða av um eitt finalupláss, hava trupulleikar. Hjá Spania er talan ikki um so nógvar leikarar, men allarbesti leikarin hjá tvífaldu verandi evropameistarunum er ikki tøkur. Alex Dujshebaev er skaddur í økslini, og yngri beiggin, Daniel, er eisini skaddur.
Hjá olympisku meistarunum er støðan uppaftur verri. Átta av leikarunum í hópinum hava í fyrireikingunum havt korona og harvið verið í sóttarhaldi - millum annað Nikola Karabatic - og ógvuliga týðandi leikarar eru skaddir, og ein varð stungin niður gamlaárskvøkd. Beiggi Karabatic, Luka, ið serliga er umráðandi fyri verjupartin hevur vøddaskaða, og er eins og PSG-liðfelagin og lyklaleikarin á høgra bakki Nedim Remili (fótur) ikki tøkur til EM. Ein annar PSG-leikari er úti av heilt aðrari og meira álvarligari orsøk: Evnaríki Elohim Prandi varð álopin og stungin fleiri ferðir í miðbýnum í París gamlárskvøld. Støðan hjá Prandi er stabil, men hann kann ikki spæla EM-hondbólt í mánaðinum. Tað kann skaddi Barcelona-bakspælarin, Timothey N`Guessan, heldur ikki, og liðið hjá Guillaume Gille er harvið skert.
Her er yvirlit hjá TV2 - dagført 3. januar - yvir leikarar ið ikki eru tøkir til EM
Nýggjar leiðreglur frá EHF
Omikron-frábrigdi ger, at fleiri verða smittað enn áður í teimum allarflestu evropeisku londunum, men tað gevur eisini í høvuðsheitinum eina mildari sjúkragongd.
Reglurnar fyri sóttarhald hjá smittaðum leikarum eru linkaðar í dag, eftir at tær hava verið áljóðandi tvær vikur, um ein varð smittaður áðrenn endaspælið, og 10 dagar, um tað var undir endaspælinum.
Evropeiska hondbóltssamgongan skrivar á heimasíðu sínari, at frá í dag av, og við afturvirkandi megi, er nú bert neyðugt við fimm døgum í sóttarhald hjá smittaðum leikara ella persóni í venjaratoymi.
Tað krevst tó eisini síðani tvær negativar testir við í minsta lagi tveimum negativumPCR- kanningum, har tann fyrra kann takast á fimta deg. Sambært tv2.dk kann hetta tó eisini tulkast soleiðis, at tað er nóg mikið við kanningarsvari, ið høgt CT-virði. Tað merkir, at persónurin hevur lága virusmongd í kroppinum, og at møguleikin fyri at smitta víðari harvið er ógvuliga lágur. At persónurin ikki hevur sjúkueyðkenni er eisini eitt krav, og læknafrøðilig váttan skal gerast fyri at tryggja viðkomandi er førur fyri at íðka á so høgum støði.
Tað at korona og skaðar síggja út til at fara EM so nógv, gevur sambært ymsum viðmerkjarum Danmark ein greiðan fyrimun. Hetta tí, at liðið hjá Nikolaj Jacobsen so at siga ongan nevniverdan skaða, Rasmus Lauge er aftur, og eingin kornusmitta var - áðrenn hesa vikuna. Jannick Green fekk staðfest koronu í kanning týsdagin. Síðani varð hann koyrdur fyri seg sjálvan og er í løtuni í sóttarhaldi. Eingin annars danskari hevur fingið staðfest koronu í dagligu kanningunum síðani, og nú kann Green skjótt koma aftur í hópin. Tvífaldu heimsmeistararnir eru, sambært veddingarfyritøkunum, nú favorittar at vinna EM-endaspælið.
Rættað: 19.47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald