
Svimjifelagið Hellufossur skipar í døgunum 26. mai – 1. juni fyri eini viku við svimjing, rørslu, vælveru og samveru.
Hvønn dag í eina viku vera tiltøk fyri børn, ung, vaksin og eldri.
Á skránni er m.a. pinku- og smábarnasvimjing, pensjonistasvimjing, synkronsvimjing, morgunsvimjing, fimleikur og yoga. Serligt vælverukvøld verður fyri kvinnur og gentur, umframt spennandi tiltøk so sum surfing, lívbjargaraskeið og stuðulssvimjing. Skráin sæst inni á Facebook vanganum Hellufossur.
Hósdagin 29. mai (Kristi Himmalferðadag) verður m.a. súkklað, gingið og runnið. Jónas G. Isaksen kemur at renna við. Eisini bjóðar dagurin uppá familjuhugna, spøl og svomið verður í gamla svimjihylinum.
Leygardagin verður svomið allan dagin í svimjihylinum í Kvívíkar skúla. Borgarar í øllum fimm bygdunum í Kvívíkar kommunu eru vælkomnir at luttaka, og hvør býlingur ella bygd svimur ein tíma út í eitt. Svimjifelagið Hellufossur hevur eisini limir úr grannabygdunum Vestmanna og Kollafirði, og fara umboð fyri hesar bygdir eisini at svimja. Um kvøldið verður grillhugni og tónleikur.
Breiddarpuljan hjá ÍSF hevur latið fíggjarligan stuðul til tiltakið.
Svimjifelagið Hellufossur er nýggjasta svimjifelagið í Føroyum, og varð sett á stovn 19. oktober 2023. Felagið hevur heimstað í Kvívík.
Hetta svimjiárið hava 52 børn svomið við Hellufossi, men tað er bíðilisti. Eydnast tað at fáa fleiri venjarar, verða væntandi fleiri børn, sum kunnu svimja við felagnum komandi svimjiár.
Svimjifelagið Hellufossur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald